Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Talan er um tær tríggjar Elin V. Tindskarð, Rakel B. Tindskarð og Rebekku D. McBirnie sum skula royna seg.

Elin V. Tindskarð er von at vera til tílíkar kappingar og er heilt greitt tað besta boðið uppá eina góða plasering av føroysku reiðkvinnunum.

Elin V. Tindskarð sigur sjálv at hon seinastu tíðina hevur vant miðvíst móti DM og at hon fer at gera sítt ítarsta og eru vónirnar heilt á góðari leið.

Hon kappast við trimum rossum, Greta frá Ausviga, Bassa frá Tindsgarði og Hlekkur frá Thingnesi.

Elin vann eina grein á IceHorseFestival í Herning í vetur, tað var við Gretu frá Ausvigu (myndin)

Rakel B. Tindskarð luttekur við tveimum rossum, Stormur frá Háholti og Kjarnorka frá Tindsgarði. Rakel B Tindskarð er ung og sera evnarík og verður spennandi at fylgja henni framyvir.

Rebekka D. McBirnie luttekur við ryssuni Dorit frá Gauksmýri, hetta er fyrstu ferð hon er við til DM, men hon luttekur í einari roynd at klára krøvini at koma til HM í Berln seinni í summar.

Rebekka D. McBirnie hevur seinasta árið bara arbeitt við rossum, men ætlanin er at fara undir lestur í heyst. 

Tað verður spennandi at fylgja við føroysku reiðkvinnunum, kappingin er í Herning, hon byrjar sum nevnt í morgin og endar við finalum sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo