Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Bøkur

Sjálvsævisøgan hjá Michelle Obama verður rivin av hillunum nógv skjótari enn tær hjá Clinton-parinum og Bush.

Hennara sjálvsævisøga, "Becoming", hevur í tvær vikur selt yvir tvær milliónir eintøk í USA og Kanada.

Clintons bók, "Living History" frá 2003, seldi eina millión eintøk í ein mánað.

Og bókin hjá fyrrverandi forsetanum George W. Bush, "Decision Points", hevði fleiri vikur um at koma upp á tvær milliónir seld eintøk á norðuramerikanska marknaðinum.

Bókin hjá fyrrverandi forsetanum Bill Clinton, "My Life", seldi skjótt eina millión eintøk, men tað tók leingi at koma upp á tvær milliónir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo