Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Handverkarar hava sitið í seming við arbeiðsgevararnar síðani í gjáramorgunin, tá semingsroyndin byrjaði, eftir at sáttmálin fór úr gildi 1. oktober.

Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag eru á aðru síðuni, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag á hini síðuni.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við VP, at teir vænta at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar áðrenn kl 17 í dag.

Samráðingarnar hava verið truplar, sigur hann, men tá eitt semingsuppskot verður lagt fram, so er tað tí at tað er ein hampulig vón um at finna semju.

Um 2.300 limir eru í handverkarafeløgunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo