Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Politikkur

Fíggjarmálaráðið hevur í dag undirskrivað semju við Bioanalytikarafelagið.Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

Tann 1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,90%, tann 1. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 0,50% og tann 1.okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 0,3%.

Harafturat eru broytingar í skalagongdini, ið gera, at endalønin hjá bioanalytikarum hækkar øll 3 árini.

Broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum. Eitt nú eru ásetingar um barnferð broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo