Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Einir 100 hval hava lagt beinini í Vestmanna, og har vóru nógv ferðafólk og eisini sjónvarpsfólk á staðnum. Millum annað frá almennum fronskum sjónvarpi.

Sea Shepherd var eisini á staðnum. Eini 5 - 6 fólk frá Sea Shepherd vóru á sandinum, tóku myndir og sendu sum skilst beinleiðis á netinum frá drápinum.

Politifólk sum vóru á staðnum siga við VP, at tey høvdu tosað við Sea Shepherd fólkini og gjørt teimum greitt, at løgdu tey uppí drápið, so vórðu tey handtikin alt fyri eitt.

- Tað gera tey ikki, men vit kunnu ikki fora teimum at taka myndir, sigur politiið.

Drápið gekk væl, tað tók einar 10-12 minuttir og grindin verður nú skift.

Nógv fólk var í grindini, uppaftur fleiri á sandinum, og nógvir bátar eisini.

Myndir: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo