Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Nú havi fleiri enn 50, serliga menn ið velja Fólkaflokkin og Samband sett seg í samband við meg, tí vit eru sensureraðir at skriva til og viðmerkja á in.fo, miðulin sum fær milliónastuðul frá okkum skattgjaldarum.

Er tað veruliga so galið at vit skattgjaldarar skulu tvingast at halda lív í allari vinstrapressuni Rigmor?

Minst til at vit eru tvingað at halda lív í klekingar miðstøð tjósveldisins í sortudíkinum við eini nærum trí-siffraðari upphædd.

Og miðstøð javnaðarfloksins í reyða húsinum við eini knappari millión um árið, báðar rásirrnar eru botn reyðar og heftar at hvør sínum samgonguflokki.

Eg veit at tú helst vil hakka meg niður har eg ikki havi møgulleika at verja meg (sum tú hevur víst so dúgliga í kammeratarí díkinum (kvf)) meðan klappari tín Eirikur (Reyði) Lindenskov stendur og smyr tinar mytir og illgitingar móti mínum persóni, við søtari sosialist marmelatu uppá alt, fær ikki ov lítið og um tað ikki skuldi vera nokk so mátti sjálvt Karl Jóhan Jensen koma á banan og royna á sín meistarliga keðiliga hátt at traðka meg niður.

Aftur til kjarnin, Rigmor Dam, hví stuðlar tú sensurið og politiskari forfylging við okkara skattakrónum, hevur tú lógarheimild til tess, hevur in.fo/Miðlahúsið rætt til nakran miðlastuðul so leingi tey ikki virða talu- og skrivifrælsið og við sensurið halda øllum javnaðarkritiskum røddum burtur frá teirra statsstuðlaða miðli?

Jóan Pauli í Geil 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo