Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Nærum 20 milliónir krónur í vinningi eftir skatt. Tvær milliónir meira enn árið fyri, og 10 milliónir krónur meira enn miðal, um árini 2004 til 2018 verða løgd sum grund.

Ikki síðani 2006 hevur úrslitið hjá Farcod, sum er móðirfelag hjá Ennibergi, verið so gott sum í fjør. 

Farcod selur veiðuna hjá Ennibergi og leigar eisini út fasta ogn. Harumframt er raksturin av Ennibergi, Jaspis og Ametyst (sum Enniberg eigur), eisini í partafelagnum Farcod.

Farcod eigur eisini 50% av SMS.

Mortan Johannesen er nevndur sum einsamallur eigari av Farcod.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo