Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tað hevur verið sera lýtt frá morgunstundini nógvastaðni í landinum í dag - summastaðni eisini við sól.

Tað er lágætt, og hon gevur lýggja veðrið, tó at eisini er nakað væl av vindi. 

Hetta er eisini tíðin, tá fjøllini verða gingin, og nakað av lýkku skal til, so at smakkur kemur í kjøtið sum verður hongt upp, tó at sjálvandi eisini er ávísur vandi fyri flugu og maðki um lýkkan heldur sær.

Og okkurt kundi bent á, at tað verður neyðugt at hava eyguni við kjøtinum. Veðurforsagnirnar lova lágætt og lýkku í nógvar dagar fram. Ikki fyrr enn um eina viku ella so verður høgætt aftur, og tá kemur hitin niður um 8 - 9 stig, í hvussu so er um náttina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo