List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er royndur lutur í føroyskari og eisini aðrari  søgu, at man pyntar seg við politiskum fjaðrum frá mótpartinum.

Man andøvir ofta í áravís  móti einum projekti, og so, hvis tað verður gjøgnumført av mótpartinum, kannar man sær tiltakið sum sítt egna og fer skammleyst at breggja sær av einum vælferðartiltaki, sum man hevur lýhst niður og norður, líka til tað bleiv samtykt av skilamonnum.

Hetta er ofta hjartablóðið í konservatium hugsunnarhátti ella afturhaldspolitikki.

Í hesum destruktiva kynstri er tann annars relativt pragmatiski  Fólkaflokkurin ein meistari í  beinleiðis søgufalsking.

Hóast øll tilkomin og eldri  fólk væl vita, at  tunnellir ella BERGHOL, sum Petur Mohr Dam kallaði projektini, vóru fyrstu  ferð umrødd og skotin upp av Javnaðar-oddamanninum, sum longu í 1950´unum fór at tosa og skriva um eitt berghol av Tvøroyri  til Hvalbiar.

Men hvussu var P. M. Dam  móttikin?

Ja, hann var lýstur sum ein fantastur og dagdroymari, sum ikki var rættsiktaður, serliga av Fólkaflokkinum við Hákuni Djurhuus sum megin-forsprákara.

Tann forstokkaði og fossili Fólkaflokkurin vildi ikki vita av slíkum "ævintýrum", sum tunnellum. Tað var ikki fyri føroyingar, hildu teir. Sambandsblaðið Dimmalætting var ikki nógv mætari.

Men tak teir konservativu myrkamenninar í dag: Ja, NÚ eru teir heilt skammleysir farnir at breggja sær av tunnel-byggingini í Føroyum. Man skuldi næstan trúð, at tað vóru teir, sum funnu uppá tað.

Men tað er kolasvørt søgufalsking!

Tað var Petur Mohr Dam, sum setti skjøtul á alla tunnelbygging, væl styðjaður av Villa Sørensen, blaðstjóra á Sosialinum, sum beint eftir uppskotið um Hvalbiartunnellina systematiskt fór undir at agitera fyri einum bergholi úr Klakksvík til Árnafjarðar og haðani líka til Norðdepils.

- Ikki fyrr enn tá hálsaði Hákun Djurhuus heilt um og fekk knappliga tann stokk-konservativa Fólkaflokkin at fagna berghols-projektum.

Hatta er tann faktuella søgugongdin.

At dylja, krógva og skeikla søgulig fakta er eitt kent ítriv hjá føroyskum politikarum og sonevndum søgumonnum.

Tað var Javnaðarflokkurin, sum realiseraði tey projekt, sum Fólkaflokkurin kallaði dagdreymar og utopi.

Nú breggja somu fólkaflokksmenn sær av akkurát tí, teir andøvdu ímóti.

Hetta minnir um "fake news" úr Tí kolsvarta Húsinum hjá Trumpi og hansara leigusveinum á meinings-fabrikkini Fox News.

Tey ungu, sum ikki kenna søguna, áttu ikki at latið seg freista og tøla av skammleysum søgufalsarum úr Fólkaflokkinum.                                  

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo