Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Manglandi viðlíkahald og nógvu gestirnir vóru millum orsøkirnar til, at tað var bara ein spurningur um tíð til eldur kom í kendu kirkjuna í París.

Tað sigur serfrøðingur í arkitekturi og formaður í vísundaliga ráðnum viðvíkjandi tjóðararvi (National Heritage Institute), Jean-Michel Leniaud við The Guardian.

Franski staturin eigur Notre Dame sum í nógv ár ikki er blivin viðlíkahildin sum hon átti. Og størsta orsøkin til tess er, at ongin hevur viljað goldið stóru rokningina fyri neyðuga viðlíkahaldið.

Eftir eldin hevur franski forsetin Emmanuel Macron tó lovað, at kirkjan skal byggjast uppaftur, og pengarnir frá sjálvbodnum gevarum hava floymt inn síðani eldin fyrr í vikuni. Sum er, eru næstan 5 milliardir krónur í okkara pengum komnar inn.

Omanfyri sæst eitt sjónvarpsinnslag frá CBC, sum hevur myndir innan úr kirkjuni áðrenn og eftir eldin. Eisini verður tosað um ymsu dýrgripirnar sum hava verið goymdir í kirkjuni í nógv ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo