Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Avgerðin hjá Sernámi um at fyribils niðurleggja tænastuna innan Karlstadmodellið snýr seg um, at núverandi tænastan er viðbrekin, og at starvsfólkaorka ikki er til at veita eina landsdekkandi tænastu.

Í Sernámi er eitt starvsfólk, sum hevur útbúgving innan Karlstadmodellið.

Møguleiki er at eftirútbúgva starvsfólk, hetta tekur áleið 3 ár. Karlstadmodellið fær góð skoðsmál, og tí er tað harmiligt, at vit sum stovnur í núverandi støðu ikki megna at veita hesa tænastu.

Mál, sum hava verið fevnd av Karlstadmodellinum, koma framyvir at fáa eina tænastu frá økistoymunum í Sernámi.

Í økistoymunum eru vælútbúgvin starvsfólk, so sum taluráðgevar, sernámsfrøðiligir ráðgevar og sálarfrøðingar. Hesi mál eru ymisk, og tænastan frá Sernámi verður tillagað tí einstaka.

Hesi børn fara framhaldandi at fáa eina tænastu frá Sernámi, hóast hetta er ein øðrvísi tænasta.

Innanhýsis skifti er í gongd, og foreldur, stovnar og skúlar fáa nærri boð um hetta skifti í mai.

Sernám
Margreth Olsen,
stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo