Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Nógv fólk runt alt okkara land hava inniliga brúk fyri at verða hoyrd í hesum máli.  Foreldur, sum eru í svárastu neyð vegna teirra børn, sum missa eitt sera vælvirkandi tilboð

Sleppi ikki fólki upp á fjall
Ikki sleppa fólki upp á fjall, sum hava so nógv brúk fyri hesi serskipan, sum er við til at hjálpa og menna børnini. Hesi børn hava so nógv brúk fyri eini hjálpandi hond í dagligdegnum.

Foreldrini hjá børnunum hava verið sera glað fyri hesa skipan, sum veruliga hevur gjørt mun.

Tilboðið má verða til øll, sum hava brúk fyri hesi tænastu
Eftir umskipan, verða tað møguliga onkur, sum fáa hjálp, um tey búgva har, sum ráðgevin arbeiðir. Hettar gevur onga meining. Øll mugu fáa sama tilboð.

Tað má og skal vera líka óhugsandi at taka burt eitt slíkt tilboð, sum at taka gipsi av einum beini, sum ikki er afturgrógvið.

Latið tilboðið verða til tey, sum hava brúk fyri hesi tænastu. Hettar er til gleði fyri bæði børnini og alla familjuna.

Edva Jacobsen
valevni hjá Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo