Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Um Sørvágs kommuna skuldi útskriva eina búmerkjakapping, so vildi verið passandi, at eitt flogfar og ein flogbóltur komu at mynda búmerkið.

Sørvágs kommuna/SÍ hevur í ára tíggir havt eitt sera gott flogbóltsflog.

Upp gjørnum árini við skiftandi nevndum, venjarum, leikarum og væl stuðlandi viðhaldsfólki, er við ágrýtni hepnast, við breiðum leikandi hópum, sum hava víst framúr úrslit í so at siga øllum aldursbólkum. 

Men líka so kent, SÍ er fyri sítt góða flog, líka so kent er tað fyri síni sera vánaligu hallarviðurskiftir. Ein høll, sum upprunaligt var bygd til at klára tann ymsa tørvin hjá einum fólkaskúla.

Hetta hevur latið seg gjørt, við tí trúgv um at umstøðurnar fóru at batna. Og við einum undantaksloyvi frá hinum feløgunum og Flogbóltsamband Føroya um at høllin kann nýtast til flogbóltdystir.

Tað hevur í mong ár verið tosað um at fáa bygt eina ordiliga ítróttarhøll, nokk mest tos og lítil handling.

Flest allar kommunur í okkara stødd hava havt hallir í ára tíggir, Miðvág/Sandavág, Vestmanna, Kollafjørður, Eiði, Fuglafjørður og so framvegis.

Sum skilst so arbeiðir Kommunan seriøst við at fara undir arbeiði at útbyggja verandi høll. 

Hetta ljóðar heilt ótrúligt at brúka pening uppá nakað, sum ikki verður annað enn ein lappaloysn.

Høllin vil blíva áleið tað dupulta hon er í dag, og tað vil uttan iva blíva nakrir sera dýrir fermetrar sum koma afturat.

Ein meting er gjørd, sum ljóðar uppá áleið 28 mió. og hvat fær man fyri henda peningin? 

Harafturat eru parkeringsviðurskiftini kring skúlan í dag alt annað enn nøktandi, og til tíðir óansvarlig.

Og kemur henda útbyggingin eisini at forverra hesi viðurskifti.

Og hvussu skulu verandi venjingar/tiltøk skipast undir eini útbygging?

Ein tann nýggjasta høllin er Hoyvíks høllin og var kostnaðurin av henni áleið 30 mió, og hevði kostnaðurin sjálvandi verið væl meira í dag.

Men hvat verður kostnaðarmunurin við at útbyggja verandi høll, og at gera eina nýggja høll.

Verður henda útbyggingin til veruleika, so verður tað “Høllin” og alt tos og dreymar um eina nýggja høll sent langt út í framtíðina.

Also ein útbyggjan av verandi høll, verður ein forðan fyri eini nýggjari høll.

So ein staðilig áheitan á kommununa er at taka “timeout”. Lat fimleikarhøllina vera fimleikarahøll. Set pening av til at kanna hallarmøguleikar og staðsetingar, soleiðis at man finnur bestu og varandi loysnina.

Ja, eitt stórt fíggjarligt tak hjá kommununi, men eg vænti at íbúgvarnir í kommununi fegnir vildu lyft hesi byrðuna í felag, so hesi viðurskifti kundu sæð dagsins ljós. 

Við eini nýggjari høll eru nógvir møguleikar, ikki bara innan flogbólt, men eisini innan annan ítrótt og harumframt møguleikar fyri øðrum tiltøkum sum sølustevnum, ráðstevnum, konsertum vm.

Sostatt vil ein tílik verkætlan røkka út til, vera til gagns og gleði fyri flest allar borgarar i Kommununi.

Skal trivnaður vera í eini kommunu so er tað altavgerandi, at ungdómurin hevur tað gott, og hevur umstøður at trívast og mennast.

So tit sum manna kommunuliðið:  “servi ikki bóltin í netið”.

Tróndur í Bø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo