At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Elframleiðslu-monopolið má brótast, so onnur eisini sleppa framat, um nakar møguleiki skal vera at røkka málinum, sum bæði sitandi samgonga og SEV hava sett sær, nevniliga at øll elorkuframleiðsla á landi skal vera grøn í 2030.

Tað er eyðsæð, at SEV einsamalt ongan sum helst møguleika hevur at røkka hesum málinum, um interkommunala elorkufelagið samstundis skal tryggja veitingartrygdina við nýggjum oljuriknum motorum á Sundi og í Vági og gera neyðugu útbyggingarnar av sjálvum netinum. Og tað skal SEV sjálvandi.

Dagføringin av Sunds-verkinum kostar 700-800 milliónir krónur, og verkið í Vági er dagført fyri umleið 100 milliónir krónur. Afturat hesum er neyðugt at gera íløgur í sjálvt netið fyri aðrar 100-200 milliónir krónur.

Hetta eru íløgur, sum SEV sjálvsagt skal sleppa at gera, tí tað er lítið at ivast í, at SEV við síni søgu, vitan og førleikum eisini fram eftir er best skikkaði veitarin at vara av veitingartrygdini, og tískil eisini framhaldandi skal eiga og reka elnetið.

Men onnur mugu og skulu hava atgongd at framleiða inn á netið, um gyltu málini skulu røkkast.

Tí allar hesar íløgurnar hjá SEV á tilsamans eina milliard krónur skulu gerast næstu trý-fýra árini, og tað eigur at vera púra greitt fyri øllum, at felagið hvørki hevur fíggjarliga orku ella mannaorku til eisini at gera stórar íløgur í varandi orku hesi árini.

Tá eru minni enn tíggju ár eftir til 2030, og tað er utopi at ímynda sær, at SEV tað tíðarskeiðið megnar at tvífalda samlaðu framleiðsluna og samstundis gera hana 100 prosent grøna.

Samlaða elframleiðslan í fjør var góðar 317 GWt (gigawatttímar), harav helvtin varð framleitt úr vatni og vindi. Við ætlanini um at elektrifisera alla orkunýtsluna á landi næstu árini væntast samlaði framleiðslutørvurin í 2030 at verða umleið 600 GWt.  Og sambært málunum hjá samgonguni og hjá SEV skulu allir hesir gigawattímarnir framleiðast úr varandi orkukeldum.

Tað megnar SEV snøgt sagt ikki, og onki er heldur stungið út í kortið, sum kundi bent á, at felagið sjálvt væntar at røkka hesum málinum. Vit hoyra um tvey vindorkuútboð, sum eru í umbúnað, men tey muna lítið í samlaða roknistykkinum. Ongin onnur ítøkilig grøn verkætlan liggur á borðinum.

Men málið um, at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, kann bert røkkast, um atgongdin at framleiða orku inn á netið hjá SEV verður liberaliserað. Nóg mikið av aktørum við neyðugum førleikunum, vitan og fíggjarligari orku er longu á føroyska marknaðinum at bjóða seg fram til hesa framleiðslu. Og tá er talan sjálvsagt um kappingarføra grøna elframleiðslu.

Magn er bert ein av aktørunum, ið vil hesa kappingina, og sum er til reiðar at bjóða seg fram beinanvegin.

Orkufelagið Magn
Hendrik Egholm
Finn Jakobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo