Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Tá tú keypir eitt løðikort frá SEV fyri 500 kr kanst tú løða so nógv tú vilt í ein mánaða. Og tí kann tað tykjast nógv at gjalda hjá einum turisti, sum er her í bert tríggjar dagar.

Poul Eli Ellebye Olsen frá SEV, sum hevur við løðistøðirnar at gera, sigur við VP, at talan er um eina fyribils skipan, sum helst verður tillagað við tíðini.

- Tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv tú kanst brúka bilin í tríggjar dagar. Men soleiðis sum skipanin er í løtuni, so kanst tú løða so nógv sum tú vilt fyri 500 kr í ein mánaða, sigur hann.

Hann leggur afturat, at sum tað er nú er ikki talan um nakað gullnám fyri SEV.

- Hetta er ikki fyri at vinna pengar men heldur er talan um eina royndartíð, og skipanin verður uttan iva tillagað við tíðini, so hon passar betri til tørvin hjá brúkarunum, sigur Poul Eli Ellebye Olsen.

Hann heldur ikki, at tað annars er dýrari at løða elbilin í Føroyum enn aðrastaðni.

Les eisini: Útlendskur ferðamaður: Kann tað vera rætt, at eg skal gjalda 500 kr fyri at løða mín el-bil í Føroyum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo