Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vágatíðindi

Árliga FK-Cup, sum Fleyr skipar fyri í samstarvi við Føroya Keypsamtøku, hevur verið í dag.

Hetta er fyrsta steypakappingin á árinum, og hon sigur tí nakað um, hvussu liðini eru fyri, og hvat vit kunnu vænta okkum av kappingarárinum. Ikki minst í Eik-liguni hjá monnum og kvinnum har nógv bendir á, at føroyameistararnir frá seinasta kappingarári, TB hjá kvinnunum og ÍF hjá monnunum fara at fáa harða kapping.

Hjá monnunum vann SÍ FK-Cup, og var tað serliga ímóti Fleyr, at SÍ fekk størstu mótstøðuna. Tað var so tætt, sum tað kundi vera millum hesi bæði liðini, og dysturin endaði við 3-2 sigri til SÍ. Og tða er ikki sørt, at Fleyr kann irða seg um tapið, tí í fyrsta setti vóru havnamenn frammanfyri 24-19, men taptu tó 26-24.

Liðini skiftust so um at vinna næstu settini og avgerðin fall ikki fyrr enn í fimta settinum, sum so sigandi fyri dystin endaði 15-13 til SÍ.

Fleyr – SÍ 2-3 (24-26, 25-14, 22-25, 25-17, 13-15)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo