Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Í morgin fríggjadag 7. juni kl. 18.00 verður alment hátíðarhald í samband við, at síðsta skot í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin.

- Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi, sigur stjórin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen.

- Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, leggur stjórin afturat.

Skráin fyri hátíðarhaldið er henda:

    1.       Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.

    2.       Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.

    3.       Niklas Foldbo, ein av í verksetarunum av Eysturoartunlinum heldur røðu.

    4.       Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.

Ì samband við tiltakið, verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo