Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Unglingalandsliðið í badminton er í Bilbao fyri at luttaka í heimsmeistarakappingini fyri blandað lið.

Síðani hósdagin hava tey spælt nógvar dystir.

Innleiðandi dystirnir vórðu spældir ímóti Portugal og Týsklandi. Og ikki heilt óvæntað, so taptu føroysku badmintonleikararnir báðar dystirnar 0-5.

Í dystinum ímóti Portugal vóru glottar at hóma – leikararnir spældu gott og vóru til tíðir heilt væl við, men tíverri gjørdu okkara badmintonleikarir fleiri feilir enn portugisarnir, sum sostatt vunnu dystin.

Tá ið so dysturin skuldi spælast ímóti Týsklandi, so vóru føroysku leikararnir sera spentir. Týskland hevði spælt ímóti Portugal fyrr sama dag, og vann Týskland rættiliga sannførandi. Tí óttaðust føroysku leikararnir, at tað fór at enda við eyðmýking, men so varð tíbetur ikki.

Aftaná báðar teir fyrstu dystirnar, høvdu allir føroysku leikararnir verið inni á vøllinum, og øll høvdu kempað fyri hvørjum bólti. Onki varð givið hinum londunum.

Fríggjadagin varð so spælt víðari. Nú var tað Slovakia, ið var hinumegin netið.   Tá ið farið varð á vøllin, so vistu føroysku leikararnir ikki, hvat væntaði teimum. Men øll hopaðu, at mótstøðan var eitt sindur javnari. Dysturin endaði við 3-1 sigri til Slovakia. Sjálvt um Føroyar taptu dystin, so gleddust leikararnir um, at tað eydnaðist Bartal Poulsen at vinna sín dyst í einmansleiki.

Seinni sama dag skuldu badmintonleikarnarnir spæla ímóti Kosta Rika.  Og her gjørdu føroysku badmintonleikararnir bart og vunnu 3-0. Liðið hevur enn meira í sær, og hopa tey, at tey í dag kunnu vísa tað. Tey skulu í dag spæla um plássini frá 41-44. Júst í hesi løtu spæla Føroyar í móti Noreg.

Síðstu dystirnir skulu spælast ímóti Rumenia ella Íslandi sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo