Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Lesarin skrivar

Hesi orð komu mær í huga nú eg las í lógaruppskotinum um Loyvisgjøld á alivinnuna. Tað sigst at Thomas Dam, keypmaður svaraði soleiðis einaferð onkur spurdi hann, hvussu nógv prosentir í avsláttri hann vildi lata.

Fyrst citera vit viðmerkingarnar frá Kristinu Háfoss:

"Leggjast kann afturat, at føroyskur laksur í dag verður seldur fyri væl hægri miðalprís enn tann, ið prísindeksið, sum tøkugjaldið verður grundað á. Hetta er til fyrimuns fyri alivinnuna, tí tøkugjaldið lækkar í %, tá prísindeksið fer undir 27 kr. pr./kg., hóast føroyskur alilaksur væntandi eisini tá verður seldur fyri hægri prís".

Hetta er jú tvætl. Landskassin ásetti gjald eftir tørvi í krónum. Tí er líka mikið hvat index verður brúkt. Fyrst hyggur tú eftir prísnum í indexinum, tú hevur valt, og so ásetur tú prosenti og so gevur tað 108 milliónir!! Og tað er einki sum týður uppá at laksaprísurin eftir brúkta indexi fer undir 27 kr./kg. ella fyri tann skuld undir 27 kr. pr./kg. Ein sera bítt viðmerking.

Tá vit eru í gongd við at gera gjøldur burtur úr hesum, kunnu vit viðmerkja, at loyvisskatturin bleiv strikaður, meðan viðmerkingarnar siga: Alivinnan eigur at rinda fyri framíhjárættindi. Er avgjald á framleiðsluvirði ikki ein loyvisskattur?

Vit citera enn einaferð úr viðmerkingunum til uppskotið:

"Alivinnan hevur eina serliga skattaskipan, sum merkir, at livandi alifiskur ikki verður taldur við í inntøkuuppgerðina við tí virði, sum fiskurin hevur, tá inntøkuárið gongur út, men verður skattaður við tøku. Hetta bøtir um gjaldførið hjá vinnuni, tí skatturin verður útsettur. Mett verður, at akkumuleraða upphæddin við árslok 2014 var áleið 235 mió. kr. í útsettum skatti"

Hetta er skeivt. Alivinnan brúkar søluprísin 31/12 sum virði í roknskapinum. Tí er vinningurin av laksi sum svimur í sjónum inntøkuførdur í roknskapinum. Soleiðis gera tey í Norra og tí noyðast Bakkafrost og Marine Harvest eisini at gera soleiðis. Veit ikki hvat Luna ger.

Í skattaroknskapinum er tað soleiðis at tá verður virði av laksi sum svimur í sjónum sett til framleiðsluvirði. Hetta er júst sum øll onnur gera. Tá PM Heilsøla keypur ein pakka av pylsum úr Danmark fyri kr. 25 í desember og selur sama pakka fyri kr. 40 til SMS í januar, so síggja vit í vøruteljingini hjá PM heilsølu at virði er kr. 25 tann 31/12. Sjálvandi skal PM Heilsøla ikki gjalda skatt av vinningi, sum kanska verður næsta ár!

Tí er grundgevingin í hesum føri púra burtur við. Skulu vit grína ella gráta um skilið?

Síðan í somu kunngerð stendur, at lógin kemur í gildi 1 januar 2016. Tv.s. at fyri landskassan merkir hetta, at landskassin fær tann skatt í 2016, sum er ásettur í mun til inntøkuna í 2015, umframt at landskassin fær alt tøkugjaldi, sum er 108 milliónir fyri 2016.

Altso hevur Kristina uttan at fortelja okkum tað inntøkuført 2 ár í 2016, fyri at kunna fortelja okkum, at Landskassin hevur avlop. 5-10 milliónir írokna ca. 30-40 mió. frá alivinnuni orsaka av broyttum "roknskaparhátti".

Somuleiðis hevur hon megna at taka ca. 10 mió. frá Kommununum í 2017!! Og tað uttan at fortelja kommunum hetta!

Hetta spælir ikki væl av! Mær kemur til hugs, seinast Tjóveldi sendi eina damu at stýra pengunum!

Bangin fyri at fíggjarkarmarnir í apríl verða sum hjá sprellibassanum!


Eivind Jacobsen
Strendur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo