Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna er í fer við at menna umstøðurnar at súkkla í kommununi - serliga í Havn. Kommunan vil fegin vita frá borgarum, hvussu umstøðurnar eru at súkkla.

Hvussu heldur tú umstøðurnar eru at súkkla í Tórshavnar kommunu, og hvussu kunnu tær gerast betri?
Súkklan er eitt umhvørvisvinarligt akfar, sum gagnar heilsuni. Harumframt skapar hon eitt betri og liviligari býarumhvørvi.

Sig okkum, hvussu tú heldur, umstøðurnar at súkkla eru í Tórshavnar kommunu, og/ella hvussu hesar kunnu gerast betri. Tú kanst gera eitt filmsbrot við telefonini, taka myndir og/ella skriva eina lýsing, sum vísir tínar tankar um evnið.

Øll, sum siga sína hugsan, eru við í lutakastinum um ein súkklutúr í Havn frá Rent a Bike fyri tvey við ferðaleiðar. 

Send okkum títt íkast á teldupost torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 30. oktobur. Til ber eisini at senda kommununi uppskot á Facebook messenger.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo