Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Onnur tíðindi

Forsætisráðharrin Theresa May biður Boris Johnson um at umbera seg eftir at hann segði, at kvinnur við fjaldum andliti síggja út sum «bankarænarar» og «reikandi postkassar».

Fleiri toppolitikarar í og uttanfyri Konservativa flokkin heita á Johnson um tað sama.

Tað var í sínum vikuliga teigi í Daily Telegraph at fyrrverandi uttanríkisráðharrin brúkti ramligu lýsingarnar sum fleiri halda sømir seg ikki fyri ein topppolitikara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo