Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen skal í døgunum 12.-19. oktober umboða Føroyar í heimsins størstu ítróttakapping fyri úrvalsítróttafólk við menningarórógvi.

Tað er fimtu ferð at INAS (The International Federation For Athletes With Intellectual Impairments) heldur Global Games, men tað er fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar.

Landsliðsvenjarin í svimjing, Barbara Holm, hevur úttikið Signu Vár Dávadóttir Næs Joensen úr HS at luttaka í kappingini, ið hevur 1000 luttakarar úr 50 londum.

Tað eru ikki nógv fólk við menningarórógvi ið íðka úrvalsítrótt, men tó eru nøkur ið áður hava roynt seg í øðrum kappingum, serliga í frælsum ítrótti og ikki minst svimjing, har Ragnvaldur Jensen umboðaði Føroyar í Paralympisku leikunum í London í 2012.

Býurin Brisbane í Australia er vertur fyri leikunum hesuferð.

Høvuðsendamálið við Føroysku luttøkuni er at fáa royndir, og at vísa á at hetta er ein møguleiki fyri onnur fólk við líknandi avbjóðingum.

INAS kappingar eru eitt fínt høvi at royna seg á altjóða pallinum, men av tí at hetta er fyrstu ferð at bókurin II3 sum er fyri fók við vanligum intelligensi innan autismuspektrið luttekur, so er trupult at vita hvussu hørð mótstøðan verður.

Fyrsta kappingin hjá Signu Vár verður sunnudagin 13. oktober.

Fylgið við INAS Global Games her https://www.facebook.com/inasglobalgames2019/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo