Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í hesum døgum hava vit havt ein glantrileik um havnarbyggingina í Tórshavn, sum tó mest sum einki hevur við havnarbyggingina at gera, men sigur nógv um hvussu okkara landsfyrisiting arbeiðir.

Tað fyrsta vit hoyrdu, var at landsstýrismaðurin hevði givið Tórshavnar havn loyvi til at byggja út. Dagin eftir var landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum og greiddi frá, hví avgerðin var tikin. Tað er soleiðis mannagongdin er í eini skipan, har vit hava ráðharrastýri. Avgerðir verða tiknar av tí ráðharra, sum hevur ábyrgdina.

Tá fjølmiðlarnir fingu skjalainnlit, kom fram, at hetta ikki var ein avgerð, landsstýrismaðurin hevði tikið. Embætiverkið hevði skrivað eitt notat, sum gav landsstýrismanninum tað ráð at játta umsóknina, og landsstýrismaðurin hevði sagt, at tað allarhelst fór at enda við, at henda tilráðing fór at fáa undirtøku, men at málið skuldi umhugsast væl og virðiliga.

Allir embætismenn vita, at fer landsstýrismaðurin fyrst at huga um eitt mál, kann tað enda við, at hann ikki tekur undir við tí, sum embætismenninir vilja hava sett í verk. Tí hendi í hesum føri tað, at ein embætismaður niðarliga í tignarstiganum legði navn til eitt bræv, sum gav neyðuga loyvi til hesa útbygging. At hetta er gjørt uttan hægstu góðkenning frá embætisverkinum er ósannlíkt.

Tá landsstýrismaðurin setir knyklar í brýr, upplýsir embætisverkið, at her er einki at gera, tí løgfrøðiliga er ein tilsøgn frá einum almennum myndugleika bindandi, hóast fráboðanin er givin uttan neyðuga heimild, í hesum føri góðkenning landsstýrismansins. Hesa løgfrøðiligu meting tók landsstýrismaðurin til eftirtektar og boðaði fjølmiðlunum frá, at talan var um eina endiliga avgerð, og grundgav fyri henni út fra tí notati, sum embætismenninir høvdu skrivað.

Tá fjølmiðlarnir fingu at vita, hvat ið var hent, var ein løgfrøðingur í fjølmiðlunum og boðaði frá, at tann ráðgeving, landsstýrismaðurin hevði fingið frá sínum embætisverki, var skeiv. Tað hevði borið til at sagt móttakaranum, Tórshavnar kommunu, frá, at talan var um eitt mistak, og at málsviðgerðin ikki var liðug enn. Men so segði løgfrøðingurin, at nú var ov seint, tí slík fráboðan skuldi gevast beinanvegin.

Hertil er at siga, at umrøddi løgfrøðingur hevur rætt í, at fyrisitingin hevur givið landsstýrismanninum skeivt ráð um hvørt tað hevði borið til at tikið skrivið aftur eftir nøkrum fáum døgum.

Men løgfrøðíngurin villist í viðurskiftinum millum almennar stovnar og samskiftið millum tað almenna og borgarar. Ein vanligur borgari kann ikki rokna við øðrum enn at eitt skriv frá einum almennum myndugleika er galdandi. Er skrivið til hansara fyrimun er tað bindandi fyri tað almenna. Men Tórshavnar kommuna er í mun til landsfyrisitingina ikki ein vanligur borgari, tí hon er partur av almennu fyrisitingini, og skal eitt nú vera kommunala eftirlitinum lýðin. Tá Tórshavnar kommuna fær at vita, at eitt skriv hon hevur fingið, ikki er viðgjørt av rætta almenna myndugleika, hevur kommunan skyldu til at venda sær til landsstýrismannin fyri at tryggja, at málið fær røttu viðgerð.

Um so er, at kommunan ikki yvirheldur hesa skyldu, eru tað limirnir í kommunustýrinum, sum hava persónliga ábyrgd. Tað eru mong dømi um, at kommunustýrislimir hava heft persónliga fyri skeivar avgerðir, ein kommununa hevur tikið.

Vanliga eru tað teir kommunustýrislimir, sum hava atkvøtt fyri tí ólógligu avgerðini, sum hefta, men tað kemur viðhvørt fyri, at eisini teir, sum hava sagt seg ikki atkvøða, hava fingið boð um at gjalda.

Í hesum føri er eingin orsøk til at gera so nógva háva burturúr. Alt bendir á, at umhugsanin hjá landsstýrismanninum endar við sama úrsliti. Tí er avgjørt eingin orsøk til hjá Tórshavnar kommunu á skeivum grundarlagi at taka avgerðir sum hava fíggjarligar avleiðingar.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo