At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Um vit halda fram við at kopiera politiska korrektheit úr Danmark, er tað bara spurningur um tíð, áðrenn vit fara at síggja ein vaksandi skara av afturpørtum stinga seg upp á Vaglinum.

Myndin er frá fríggjadagsbønini í Keypmannahavn í gjár, sum endaði við rumbli og handtøku.

Hetta er avleiðingin av ósmædnari og ótálmaðari korrektheit.

Og um tú dittar tær at siga teimum politiskt korrektu ímóti, ert tú rasist, fasist, nýnasist, islamofob, intolerantur, ekstremist, white supremacist, xenofob...

Fyri at nevna nøkur av eyknøvnunum, tey sleingja eftir tær, um tú sigur teimum ímóti.

Vårherre bevares!

Um tað er at vera rasistur, tí at eg sigi, at eg ikki vil hava at Føroyar enda sum á myndini, eri eg "rasistur" - í eygunum hjá teimum politiskt "korrektu".

Og eg eri stoltur av at siga mína meining, men eg beri ótta fyri retorikkinum!

At tey politiskt korrektu misnýta týdningin av orðinum. Vanvirða upprunan. Ignorera tyngjandi søguna til tess at vinna nøkur bílig poeng, sigur ikki so lítið um teirra líkasælu.

Og tað er júst tað, ið ger snævurskygdu sjónarmiðini hjá teimum sokallaðu reinu og korrektu so ófatiliga óhugnalig, at teirra víðgongda trongdskygni avmarkar tað mest sentrala í einum demokratiskum samfelalgi: talu- og skrivifrælsi.

At fólk aftra seg at siga sína meining, tí tey vilja ikki verða skírd fyri at vera rasist. At tey halda seg vekk, tí tey ynskja ikki at fáa slíkt omanyvir seg.

Hetta er so nógva ferðir verri enn at leggja fólk undir líkt og ólíkt. Tá trekkir tú beinleiðis tenninar úr fólkaræðinum.

Og ert tú ein av teimum, ið hevur upplivað at verða skírdur rasistur, tí tín áskoðan ikki sampakkaði við sjónarmiðini hjá teimum politiskt korrektu, skal tú bara svara teimum aftur, at tú hevur rætt til at hava eina meining, eins og tey, uttan at verða kallaður rasistur v.m.

Um vit ikki hava loyvi at hava ymiskar meiningar, er fólkaræðið í vanda. Og tá er einki vunnið.

*Myndin er frá fríggjadagsbønini í Keypmannahavn í gjár, men hon kundi eins væl verið tikin í Saudi Arabia!

Hanus Samró

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo