Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Tiltøk

Dýrabiðidag, fríggjadagin 17. mai, fer Siloakórið úr Fuglafirði til Suðuroyar at hava konsert í stásiliga mentanarhúsinum Salt á Drelnesi.

Í Siloakórinum eru umleið 30 sangarar, og kórleiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórinum síðani síðst í áttati-árunum.

Vikuskiftið undan páskum var kórið á væl eydnaðari vitjan í Skotlandi, har sungið varð í ymsum kirkjum/samkomum.

Skráin í Salt  kl. 17 dýrabiðidag  líkist skránni, sum sungin varð í Skotlandi – ein blandingur av føroyskum og enskum sangum, mest nýggjari og lættir sangir og gospel.

Undirspælið hava brøðurnir, Jóhannes Simonsen, klaver, David Simonsen, bass, saman við Teiti Isaksen, sum spælir trummur. Eisini verða fleiri góðir solosangarar at hoyra syngja saman við kórinum.

Byrjað verður kl. 17, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo