Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tónleikur

The Good Old Days er heitið á eini nýggjari fløgu, sum føroyski útisetin Simon von Konoy, gevur út í hesum døgum.

Fjúrtan sangir eru á plátuni. Talan er um góðar gamlar landaplágur, sum t.d. My Bonnie, Crazy, Blueberry Hill og Bad Moon Rising.

Í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum var Simon limur í tónleikabólkunum Moonlight, Varðar og Gras, og innihaldið á fløguni eru sangir, ið hann framførdi á ymsum tónleikapallum í Føroyum tá á døgum.

Tað er felagið Tutl í Tórshavn, ið tekur sær av søluni í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann