Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fyri gott og væl 1900 árum síðani varð profetera og sum vit á okkara døgum kunnu lesa um í Halgu Bók, bíbliuni, at eitt av mongu teknum ið skuldu geva seg til kennar á síðstu døgum, áðrenn Harrin Jesus Kristus, Sonur Guðs, skuldi koma aftur sjónliga og upprætta Sítt Ríkið her á fold, tað var hetta, at lógloysi og ómoralur skuldi útvikla seg nakað so ófatiliga nógv og ikki til at hava við at gera. Hetta lógloysi havi eg so persónliga uppliva á mín egna persón tey seinastu umleið 30 árini, einamest frá myndugleikans síðu av, og tí kann eg siga, at vit liva mitt í øllum hesum í dag, men bíblian tosar um eina heimsumfatandi útvikling innan lógloysi og ómoral, sum eisini er í fullum blóma á okkara breiddarstigum.

Vit lesa í bíbliuni hetta: ”Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: "Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?" (Matt.: 24 : 3). - Tá lærusveinarnir spurdu Jesus um hetta, so gav Hann teimum ikki bert frágreiðing um eitt tekin, men eina røð av teknum og sum eru nevnd í bíbliuni.

Tað eru tískil øll tey mongu ymisku teknini samanlagt ið verða nevnd sum eitt tekin ið skal útfyllast, áðrenn Harrin kemur aftur. Hesar treytir mugu uppfyllast ella rættari sagt, at hesi ”profetiir” mugu fyrst ganga út, áðrenn Harrin aftur vil trína inn á pallin og útinna tað, ið Hann hevur lovað!

Sum tað var á Nóa døgum og á Lots døgum, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur. (Luk.: 17 : 26 - 30). Og óndskapur og harðskapur skal fylla tað mesta av jørðini. Og Jesus profeteraði fyri lærisveinum Sínum hetta: ”Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu.” (Matteus: 24 : 12).

Paulus profeteraði hetta í forum: ”Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg (uten aktelse for det hellige), kærleiksleys (uten naturlig kjærlighet), óálítandi (uforsonlige), baktalandi, ófráhaldandi (umåtelige), ómild (voldsomme), uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys (oppfarende), uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.” (2. Tim.: 3 : 1 - 5).

Her verður boða frá einum sera víttfevnandi moralskum undirgangi yvir ein stóran part av jørðini. Tey, ið ikki ynskja at verða ein partur av hesum moralska falli, koma uttan iva at verða forfylgd, enntá av yvirvøldini eisini. (Hetta havi eg sjálvur upplivað bæði í FO og DK).

Eitt annað profetisk orð í bíbliuni sigur soleiðis: ”Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum, og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar.” (2. Tess.: 2 : 7 - 8).

”Hin lógleysi,” ið verður nevndur her, er sami persónur sum aðra staðir í bíbliuni verður nevndur fyri “Antikrist.” Her verður sagt, at loynimál lógloysisins longu tá var virkin (fyri gott og væl 1900 árum síðani). Tískil kann ein rokna út, at síðani tá hevur hetta loynimál lógloysisins framáhaldandi útvikla seg fram til dagin í dag og líka sum kókar yvir á okkara døgum.

Tað orðið, sum lógloysi er umsett frá í bíbliuni, er orðið ”anomia.” Hettar orðið merkir snøgt sagt: ”Uttan lóg!” V.ø.o., so er her ikki bert talan um at bróta lógina, men hinvegin at avskaffa lógina. Hetta uppliva vit m.a. í dag hvarí m.a. hjúnarbandslógin bókstaviliga er vorðin torpedera niður í kolkjallaran.

Men eisini mong onnur ting eru vorðin beind av vegnum. Lógir verða smíðaðar til at avskaffa sunnar og góðar lógir, og harvið skapar tað eitt lógleyst samfelag. Fólk tosa næstan ikki longur um lógarbrot, men um lógloysi ístaðin. Vit hava mong dømir í ríkisfelagsskapinum um lógloysi av grovum slagi seinastu 30 árini.

Vit hava bankagølur og skipagølur hvarí eingin av brotsmonnunum varð dømdur og tískil ganga fríir enn í dag. Feskasta dømið er Den Danske Bank, sum eftir øllum at døma gongur fríur vegna hvítvask av peningi innan brotsmannaveldinum. Her sóu vit eitt klassiskt dømi um, hvussu ein oddafiskur innan fyri tílíkan kriminalitet ikki varð ákærdur ella settur í fongsul ella stillaður fyri rættin o.s.frv., men hinvegin fekk hann eitt herðaklapp fyri gott arbeiði og ein stóran posa við nógvum milliónum krónum afturfyri. Tvs., at kriminell verða samsýnd fyri gott avrik alment og fyri opnum skermi, uttan at tað fær fylgir fyri tann kriminella! - Tey kriminellu sita við valdinum í dag, eingin ivi um tað, í FO eins væl og í DK og mongum øðrum londum við. Mong dømir eru at finna hesum viðvíkjandi.

Vit hava jú øll hesi avgjøldini av ymiskum sløgum írokna meirvirðisgjøld. Hvat annað eru slík ting enn rán á alljósum degi? Lønarseðilin hjá fólki er eisini fyri langari tíð síðani álopin eins væl og peningakontan hjá vanliga borgaranum. Vit skulu minnast til ein ting, og tað er, at lógarásett rán er framvegis ólógligt eins væl og allir aðrir formar fyri ráni. Tann, ið forsvarar tílíkt, er lógloysingur burturav. - Skjótt nærkast tíðin hvarí bankakervi fer at áseta hvussu fólkið skal sleppa framat sínum egnu pengum, uttan at kundin sjálvur sleppur at hava nakað sum helst at siga í málinum.

Endatíðarinnar menniskjur eru ikki einans ”ómoralsk,” men sanniliga eisini ”amoralsk.”

Etiskar metingar hava altíð verðið til á hesi fold uttan ávirkan frá kristindóminum. Bíblian avdúkar fyri okkum júst hetta, at verk lógarinnar eru skrivaði í hjørtum menniskjanna! (Róm.: 2 : 14 - 16). Og menniskjan var eisini skapt í bílæti Guðs, og tí er tað, at tílíkt hoyrir við til tað menniskjaliga í menniskjanum. Men tað, ið vit uppliva nú á okkara døgum, tað er, at menniskjuni vraka Guðs boð, lógir og fyriskipanir alsamt meir og meir, hesi góðu virðir, sum annars altíð hava havt so stóra ávirkan á hesa fold, eisini millum tey fólk, sum ikki hava upplivað ta kristnu endurføðingina og tilhoyrandi liviháttin.

Menniskjan er ikki ein illur andi, men ein syndari ið tørvar Guðs frelsu. Guðs boð, lógir og fyriskipanir kunnu seta ávís mørk fyri óndskapinum í hesum heimi. Evangeliið hevur havt eina velduga ávirkan á samfelagsviðurskiftini innan kristindómin. Orð Guðs hevur ávirka okkara hugsunarhátt á ein positivan hátt og eisini mynda okkara lívsáskoðan á ein sunnan hátt. Av somu orsøk kunnu vit siga, at næstan alt tað góða sum hevur verðið og sum eftir er av tí góða, stórt sæð kemur frá kristnari rót.

Tað er trúgvin á Guð og virðingin fyri lóg Guðs, ið er einasta haldgóða grundarlagið fyri øllum morali í hesum heimi. Har trúgvin á Guð verður niðurbrotin, vil moralurin eisini verða niðurbrotin. Kend fólk hava orðað seg soleiðis: ”Um Guð verður gjørdur til, ikki at vera til, tá er alt loyviligt og moralska skipanin hvørvur úr samfelagnum.”

Men hetta er júst støðan flest allar staðir á okkara døgum. Tíðin vit liva í, er fyri uttan stórvegis moralskum grundarlagi, tíat tað er ein tíð uttan Guð í samfelagnum sum heild. Moralskir tilburðir kunnu hómast onkustaðni og yvirliva eina tíð skildir frá sínum uppruna, men ikki í longdini. Hetta stóra fráfallið innan kristnu rekkjurnar førdi til moralska fallið. Og tað er jú frá tí fráfalna kristna skaranum, at lógloysingurin ”Antikrist” skal stíga fram!

Ìstaðin fyri eitt kristiligt samfelag, so verður tað umbýtt við eitt ”pluralistiskt” samfelag. Og hvat merkir so tað? Jú, m.a., at tað finnast fleiri sløg av sannleikum, tvs. at lært verður m.a., at tað finnast fleiri vegir inn til Guð, at tað finnast fleiri frelsuvegir, men bíblian hinvegin lærir jú, at Jesus Kristus er ”Vegurin, Sannleikin og Lívið!” Bert ein vegur, bert ein sannleiki og bert eitt lív: ”Hitt æviga lívið í Kristusi Jesusi!” - Ikki tí, men orðið ”pluralisma” merkir eisini onnur ting enn eg nevni her, men sum einki hava við kristindóm at gera.

Men har sum samfelagið fyrr var merkt av kristna hugburðinum og kristnu virðunum, so vilja fólk nú heldur hava tolsemi og frælsi. Og her verður so hugsa um at vísa tolsemi yvir fyri lógloysi og frælsi til tað sama. Men hendan relativisma er á ongan hátt objektiv. Regluloysi og ómoralur er als eingin støðutakan til moralsk virðir.

Annars læra skriftirnar jú hetta, ”at lógin er til, ikki fyri hin rættvísa (ella tey rættvísgjørdu við trúgv á Jesus Kristus), men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheiløg og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar, siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin ... o.s.frv.. (1. Tim. 1 : 8 - 11).

Tá saman um kemur, so finnist tað einans eitt “alternativ” til kristindómin, og tað er ”heiðinskapur!”

Tað er einki at ivast í, at vit nú á okkara døgum eru á veg við fullari ferð inn í eina tíð, ið vit kunnu kalla fyri: ”tíðin eftir kristindómstíðina” á sama hátt sum tá søgufólk málbera seg sum t.d. soleiðis: ”tíðin eftir seinna heimsbardaga.”

Hóast fleiri ekkó enn eru at hoyra frá kristna kulturinum á okkara døgum, so er sjálvur grunnvøllurin í nútímans samfelagnum ið uppbygt verður, ein sokalla nýggj religiøs rørsla, men sum als einki hevur við sannan kristindóm at gera.

Moralnihilisman gongur sína sigursgongd í samfelagnum. Hvat er so tað fyri nakað? Jú, tað er ein holdningur sum gongur út uppá, at moralur hvørki kann verða sannur ella falskur. Hvørki egg ella ungi.  V.ø.o., so verður allur góður moralur burturbeindur úr samfelagnum so við og við á ein sníkjandi hátt enntá. Ein antikristiligur holdningur, tíverri.

Alt hettar lógloysi, ið til síðst skal gera ”hin lógleysa (Antikrist)” til ”verðinsfúrsta,” (í eitt ávíst tíðarskeið inntil Jesus skal gera ein enda á honum), er ikki ein upploysing av samfelagnum í vanligari merking, men hinvegin eitt vælskipað ”anarki!”

Her tosa vit um einki minni enn ”myndugleikans fall í samfelagnum!” Samfelagið kemur at verða stýrt eftir einum leisti sum í sjálvum sær er ”lógleysur og fíggindarliga sinnaður mótvegis Guði, boðum og fyriskipanum Hansara!”

Tað lógarverk, ið var bygt á kristna grund og tey 10 boðini, er stórt sæð rivið niður, og ístaðin verður anti-kristiligt stýrislag lagt til grund fyri nýmótans samfelagið.

Lógin stendur ikki longur sum ein vernd fyri lív og ognarskap, heimið ella hjúnarbandið. Tvørturímóti verður lóggávuvaldið brúkt sum eitt amboð til at umbroyta samfelagið til eitt ”antkristiligt samfelag!”

Hettar er tíverri tann beiski veruleikin ið vit standa mitt í innan fyri tann partin av heiminum, sum fyrr varð kallaður fyri ”kristinleikin!”

Tá hjúnarbandið hevur fingið sína verju frátikna, tá skattaálíkningin eisini fevnir um at leggja hald á fólksins arv og ognir v.m., at lagt verður á lønarseðilin og bankakontoina hjá arbeiðandi fólkinum v.m., tá ófødda barnið ikki longur hevur lógarinnar verju vegna fosturdráp, tá virðingin fyri teim eldru minkar, tá brotsmenn verða fríkendir við samsýning og hampafólk verða forfylgd, tá dugnaloysi verður heiðra og dugnaskapur verður niðurgjørt, tá samfelagið misnýtir sítt vald til at mótarbeiða kristindómin og hinvegin slóða veg fyri gudloysi, - tá liva vit ikki longur í einum fríum og frælsum samfelagi. Nei, tá eru vit gott og væl á veg inn í eitt ”antikristiligt einaveldisræði!” (diktaturstýri).

Eitt dømi hava vit við terrorpakka 1 og 2 sum hevur ført tað við sær, at §72 og §75 í donsku grundlógini eru settar úr gildi uttan at nøkur grundlógarbroyting er farin fram. Hetta er í roynd og veru tað ein kallar fyri ”Ríkisbrotsverk.” Tað óhugnaliga ið tá her fyriliggur er, at brotsmenn eru tískil vorðnir ”rættvísisverjar” í okkara sokallaða kæra ríkisfelagsskapi, ið m.a. sambandskreftir hálova so nógv. Tí er einki at siga til, tá sokallaði kristin gerast politikkarar og sokallaði kristin fara á val tá politiskt val er, at lógloysi hevur fingið sínar fastatøkur í várt samfelag.

Ríkisfelagsskapurin hevur lagt seg út í tvey álopskríggj ið vóru grundaði á lodrættar lygnir. Hetta varð framt saman við USA og øðrum ES londum. Ì dag er tað avdúkað, at álopskríggini vóru framd á lygnarinnar grund og vóru tískil ólóglig. Enn hevur tað so ongar fylgir fingið fyri álopspartarnar, men fylgjurnar vóru ræðuligar fyri tey álopnu. Ì Irak doyðu umleið 1,5 milliónir fólk, harav umleið 500.000 børn undir 5 ár av sjúku, manglandi heilivági og hungri vegna handilsbanni og bumbum, ið vesturheimurin (írokna ríkisfelagsskapurin) kroysti oman yvir Irakiska fólkið.

Vit/vesturheimurin drepa ósek menniskjur hvørja viku, og tá skal hetta skiljast soleiðis, at vit við okkara stemmuseðlum, skattakrónum og pensiónsuppsparingum hava skapt eitt samfelag ið ger okkum viðsek í tílíkum drápiligum yvirgangi (terrorismu). Tí, allir formar fyri kríggj, er terrorisma! Kríggj er terror!

At kristin fara á val tá politiskt val er á skránni, er ókristiligt av teirri grund, at ein kristin skuldi helst havt valt Jesus fyri lívið. Tað er eitt eingangsval. At blanda tingini saman, avmergjar kristnilívið og sum til síðst doyr út. Eftir verður bert ein navnakristindómur eins og Esaias vitnaði um á sinni: "Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær.” (Matt.: 15 : 6 - 9). Og hetta er jú tað mótsatta av tí, ið Jesus lærdi samarisku kvinnuna (Jóh.: 4 : 19 - 24).

P.S.: Ein kristindómur ið letur eyguni aftur yvir fyri lógloysinum sum gongur fyri seg beint framman fyri nøsina á einum í samfelagnum, er als eingin kristindómur yvirhøvur, men ein falskur kristindómur. Hann er tá vorðin ein partur av lógloysinum! At siga sannleikan, kemur uttan iva at kosta einum nógv, men at tiga og einki siga og bara lata sum luft, kemur skjótt ein dag at kosta upp aftur meir.

Teksturin á norskum er tikin úr ”Norsk Bibel 88.”

Símun A. Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo