Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Sinnisbati hevur fyrrapartin í dag sent skriv til Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum viðvíkjandi frágreiðingina  frá Løgtingsins Umboðsmanni (LUM) sum bleiv almannakunngjørd tann 25. juni 2018, viðvíkjandi umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. 

Í skrivinum vil felagið Sinnisbati minna á týdningin av, at frágreiðingin verður tikin í alstørsta álvara, soleiðis, at vit í Føroyum ikki hava børn og ung sum detta niður ímillum, men fáa tað hjálp teimum tørva. 

Til dømis verður har sambært frágreiðingini hjá LUM mælt til, at børn ikki verða innløgd saman við vaksnum, tí tørvurin ikki er tann sami hjá børnum sum hjá vaksnum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at avvarðandi landsstýrisfólk verður upplýst um hetta.

Í 2016 handaði Sinnisbati landsstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálum á fundi eitt tilmæli við 13 punktir, har felagið millum annað vísti á, at tað ikki er hóskandi at børn og vaksin eru innløgd saman, tí tørvurin á viðgerðum eru ymiskir fyri hesar patientbólkar. Somuleiðis vísti Sinnisbati á, at um loysn ikki kann finnast, má metast um, hvørt nýggj loysn uttanfyri Psykiatriska deplin má finnast, soleiðis at børn og vaksin sum eru innløgd fáa nøktandi karmar og tilboð at virka undir.  

Eisini í juli í fjør sendi Sinnisbati eitt bræv til landsstýriskvinnuna í Heilsu- og Innlendismálum, har viðmerkingar vóru til frágreiðingina LUM tá kom við viðvíkjandi ónøktandi umstøðurnar á psykiatriska deplinum. Har bleiv somuleiðis víst á manglandi arbeiðsorkuna í mun til barna- og ungdómspsykiatriska økið. 

Sjálvt um batar eru komnar í, er tað er als ikki nóg gott. Somuleiðis má tað ONGANTÍÐ vera tað fíggjarliga sum er orsøk til tess. Vit mugu og skulu hjálpa okkara ungum her á landi á best møguligan hátt, soleiðis at tey seinni kunnu vera við til at styrkja um samfelagið. 

Vit vilja sum felag stuðla undir atfinningunum sum LUM kemur fram til í sína frágreiðing, sum bleiv kungjørd fyrradagin. Longu í ár hevur Sinnisbati met í áheitanir viðvíkjandi børn og ung undir 18 ár, sum hava sálarligar líðingar at stíðast við. Frá januar í ár til og við dags dato, hava vit fingið ikki færri enn 17 áheitanir inn frá avvarðandi og stovnar, sum hava tørv á hjálp og kunning. Sigast skal, at Sinnisbati ofta er har borgarar venda seg til seinast – ofta tá tey hava roynt aðra staðni. 

Í skrivinum sent landsstýriskvinnunar fyrrapartin í dag, verður somuleiðis skrivað:

”Tað ber ikki til, at játtanin til økið ikki er nøktandi, og at har ferð aftaná ferð eru undanførslur frá myndugleikum. Hetta er eitt øki, sum vit sum samfelag ikki hevur ráð til at undirraðfesta. Enn einaferð víst til tilmælið, sum Sinnisbati handaði landsstýriskvinnuni á fundi í Heilsu-og innlendismálaráðnum 25. oktober 2016, vilja vit sum stendur í punkt 9, vísa á tydningin av, at sálarliga økið verður javnsett við somatiska økið tá talan er um játtanir og tað neyðugu hjálpina.” 

Um ikki neyðugu tilboðini er til taks í Føroyum, so er tað neyðugt at finna hjálpina og tilboðini aðrastaðnis, eitt nú uttanlands. Sjálvt um vit sum felag helst høvdu ynskt, at tilboðini vóru at fáa í Føroyum, mugu vit ásanna, at so er ikki í løtuni í fleiri førum, sum eisini Almannaverkið og Psykiatriska depilin hava víst á í viðmerkingarskrivum sent út alment 25. juni 2018 og 26. juni 2018.”

Við skrivinum vil Sinnisbati innarliga heita á ovastu mynduleikar landsins, at taka frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni í størsta álvara, og veruliga lurta eftir serfrøðingum á økinum, sum rópa varskó, og hyggja innat – hava vit ráð til at børn og ung detta niður ímillum og ikki fáa nøktandi hjálpina, soleiðis at tey aftur kunnu virka í samfelagnum á jøvnum føtum við øðrum? Svarið er einfalt, nei.

Sinnisbati

Tilmælið sum Sinnisbati handaði landsstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálum í 2016, er at lesa á heimasíðu felagsins. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo