Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

- Náttúran er okkara dýrabarasta tilfeingi. Tí eiga vit at leggja nógv fyri at verja hana. Nú bæði føroyingar og vitjandi ferðafólk í stórum tali ferðast í náttúruni, er neyðugt við skipaðum viðurskiftum. Tí miðja vit eftir at finna eina javnvág millum rættin hjá fólki at ferðast í haganum og atlitini at verja náttúru-, djóra- og plantulív umframt búnaðarvirksemi.

Soleiðis sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna sum varðar av millum annað innlendismálum, í samband við at landsstýrið ætlar sær undir at gera lóg um gongd í haga.

Á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum verður sagt, at landsstýrið heldur tað vera avgerandi at atgongdin til føroysku náttúruna verður skipað, so at hon bæði virðir verandi virksemi og gevur møguleikar fyri at troyta nýggjar vinnu- og frítíðarmøguleikar.

Fyrr í vikuni segði Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum við VP, at felags reglur mugu gerast, so møgulig innkrevjing av gjaldi fyri atgongd fer fram eftir einum leisti, sum landsstýrið hevur góðkent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo