Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope
Vinna

Mynd: Rúni Thomsen

Fyri løtu síðani fór Sjagaklettur sína seinastu ferð út gjøgnum Hvalbiarfjørð.

Sjagaklettur er seldur til Kanada.

Rúni Thomsen hevur tikið myndina av Sjagakletti, sum stimar út gjøgnum fjørðin, og hann hevur eisini lagt video út á sín Facebook profil. (Sí video her)

Skipari á túrinum yvir til Kanada er Tórhallur Randrup, sum eisini hevur verið skipari á Sjagakletti.

Sjagaklettur skal sigla gjøgnum Panama-veitina, tí hann skal til Vancouver, og fyrsta bunkringin verður á Bermuda.

Sum VP skilur hevur felagið Jókin, sum átti trolaran, leitað eftir einum líknandi, men nýggjari trolara fyri Sjagaklett.

At Sjagaklettur er seldur nú, var tí, at reiðaríið fekk ein so góðan prís fyri Sjagaklett, at illa bar til ikki at selja nú, tóat annar trolari ikki enn er fingin ístaðin fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo