Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Á Vágaportalinum rør Óluva Klettskarð undir, at vit á Glasi, við ætlanum um at byrja tøknibreytina, koma at niðurlaga virksemið á Tekniska Skúlanum í Klaksvík og spyr “Hví miðnámsskúlatilboðið á Tekniska Skúla í Klaksvík ikki kann fáa frið?”

Óluva leggur síðani, nakað forhánisliga, eftir okkum sum leiðsla og sipar til, um vit ikki hava avbjóðingar nokk, bæði við bygninginum, starvsfólkum og næmingum. At flyta inn í ein nýggjan bygning og samantvinna tríggjar sera ymiskar mentanir hevur avgjørt sínar avbjóðingar, men eg haldi ikki hesar avbjóðingar eru viðkomandi í kjakinum viðv. tøknibreytini. Vit hava bæði orku, førleikar og umstøður at bjóða tøknibreyt.

Ov fá ung velja tøknibreyt
Sum Óluva sigur, hevur Tekniski Skúli í Klaksvík eitt vælvirkandi miðnámskskúlatilboð og hevur sera góða umstøður og drúgvar royndir. Hetta eru vit á Glasi sera glað og samd um. Lat ongan iva verða um tað!

Vit síggja og hoyra javnan, bæði í Føroyum og aðrastaðni, at framtíðarstørv koma at krevja fólk við góðum STEM førleikum. (Science, Technology, Engineering og Mathematics), Hetta eru førleikar sum m.a. tøknibreytin gevur.

Við at samanbera næmingatøl á tøknibreytini í Føroyum og í Danmark sæst, at ov fá ung velja tøknibreyt í Føroyum. Talið á teimum, sum ganga á tøknibreytini í Føroyum er umleið ein fjórðingur, samanborið við Danmark.

Nei til Tórshavn vs. Klaksvík - ja til samstarv
At Óluva Klettskarð, Jóhan Lützen o.o. leggja hetta út sum eitt Tórshavn vs. Klaksvík “syndrom” er sera keðiligt og vónandi misskilt. At vit á Glasi ynskja at byrja tøknibreytina snýr seg um, at vit, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík, fáa fleiri ung í Føroyum at útbúgva seg til framtíðar ókendu størv við STEM førleikum í skjáttuni. Hetta snýr seg ikki um Tórshavn vs. Klaksvík.

Við samstarvi, kann hetta tilboð gerast eitt sera attraktivt val hjá teimum ungu í framtíðini. Glasir og miðnámskúlin í Suðuroy kundu sett samstarv í verk, soleiðis at suðuroyingar kundu tikið ávísar lærugreinir á Glasi ein dag um vikuna - og fýra dagar í Suðuroy (so tey ungu ikki noyast at flyta av oynni). Hetta hevði styrkt tøknibreytina, bæði í Klaksvík og um allar Føroyar - og kanska gjørt tað til “breytavalið” um nøkur ár.

Til síðst vil eg siga við Óluvu Klettskarð, Jóhan Lutzen o.o, sum hava skrivað og viðmerkt, at vónandi kunnu tit lyfta tykkum upp um Klaksvík vs.Tórshavn - og síggja eina størri mynd.

Hetta snýr seg um at geva okkara ungu eitt gott tilboð, óansæð um tey búgva í Suðuroy, Sandoy ella í Svínoy. Eisini snýr tað seg um at fáa fleiri ung at velja tøknibreytina framyvir - til frama fyri okkara ókendu framtíð og størv. Vit síggja, at ov fá ung velja tøknibreytina - eisini í norðara upptøkuøkið í Føroyum. Hetta vilja vit á Glasi, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík, verða við at broyta.

Mín vón er at politikkarar síggja møguleikar og styrkina í samstarvi millum skúlar og økir - og ikki sum stríð millum bý/bygd ella sum kapping um næmingar.

Magni á Lakjuni
útbúgvingarstjóri á Glasi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo