Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

VP skrivar at háborgin er fallin og fólkið flýggjar.

Tað er rætt, men gloym ikki, at politiska klikan, summi hava nevnt hana pampararnir, eru langt síðani flýggjaðir, men á rættan marxistiskan hátt sita teir famhaldandi á fleskinum og halda fast um stýrisvølin.

Úr skýmaskotum og uttanfyri vanliga floksheimild og politiska ábyrgd, vil onkur vera við, at teir hava veruliga politiska valdið.

Eitt undarligt demokrati.

Borgin er eyðrænd og oyðin burtursæð frá somu ung-marxistum, sum jagstraðu fyrrverandi floksfelagan í Sandoynni frá, og sum nú sigast vera sendir eftir sjálvum borgmeistaranum.

Hann hevur víst at hann ikki finnur seg í øllum, og at hann hevur bæði skil, evni og vilja fram um gomlu klikuna.

Tað er orsøkin til, at hann fyri ein og hvønn prís skal út.

Móðan liggur tjúkk oman á sviki og brotnum vallyftum í øllum naivitetinum.

Gomul lyftir um eftirskúla - narkosulækna og føðistovu - um ikki at nerta Fólkapensjónina - um veruligan skúladepil - um tunnil til Fámjins - og so ágangin móti nýggja virkinum og framtíðarplanum um útbygging og uppreisn av oynni og hjálpini til menningarkvotur.

Men telvingin fer kanska at halda fram.

Flýggjaðir suðringar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo