Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Politikkur

Tað er bæði rætt og rímiligt, at fólk, ið stríðast og strevast á havinum stóran part av árinum, fáa ein sjómannafrádrátt.

Mista tíðin saman við familjuni er kostnaðarmikil, og teir persónarnir fáa heldur ikki brúkt somu tænastur, ið samfelagið bjóðar. Harafturat vita vit, at tað kann vera sera svikaligt við góðum fiskiskapi og góðari hýru.

Tað kann venda so brádliga, og tí eigur hendan skipan at vera eitt trygt fundament hjá teimum, ið velja lívið á sjónum.

Seinastu árini hevur mangan verið torført at manna línuskipini, og nú arbeiðsloysið er so lágt, er tað heldur ikki vorðið lættari. Um samfelagið nú velur at taka hendan frádráttin burtur, verður tað enn torførari at fáa fólk at manna skipini.

Vón mín er, at Framsøkn ikki fær nakra samgongu at taka undir við hesum ørvitis uppskoti, men tíverri er tað sjón fyri søgn, hvat Framsøkn hevur fingið Tjóðveldið og Javnaðarflokkin til í fiskivinnumálum hesa farnu setuna.

Jógvan Skorheim
formaður í Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo