Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað er taktiskt fylabýtt og aðramáta óhoyrt hjá Lærarafelagnum at so mikið sum umhugsa at fara í samhugaverkfall við Pedagogfelagið; uttan so, eyðveri tað, at Lærarafelagið er fullvegis vitandi um ella hevur týðilig prógv fyri, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum er aldeilis órímiligt í sínum mótkravi ella uppskoti um lønarlag--og tað, Lærarafelagið, tað eru tað ikki.

Tað er jú hæddin av perversiteti tað, Herálvur Jacobsen, okkara formaður og talsmaður fyri fakfelagssamstarvið, kemur við. Og tað er eisini áskoðanin hjá hansara limum, fari eg ikki tvørvent skeivur.

Álvaratos, men "øgiliga illa viðfarin" er ikki eitt haldbart argument fyri at "føla" so mikið við onkrum fakbólki, ið týðuligvís hevur alt ov høgar tankar um seg sjálvan, cue pedagogar, og tí ov høgar tankar um sítt lønarlag, at ongir næmingar sleppa í skúla mánadagin.

Og hasin "harði ágangurin frá Fíggjarmálaráðnum"... gev mær megi! Hvat akkurát veit hann um tað, hesin formaður, og er tað ikki júst setningurin hjá landsins kassameistara at ansa eftir okkara pengum.

Tí, tykkara mammureyvir í Lærarafelagnum, tí "harður ágangur"... men sum eginliga bert botnar í, at eini parturin hevur rópt "BUUH" eftir einum fakfelagi við einum Bambi-eksponeraðum sjálvsáliti, men yvirpumpaðari sjálvsfatan, hasar ultra mammureyvirnar í Pedagogfelagnum.

Lærarafelagið skal einans vísa á, at "eitt ávíst lønarlyft fyri pedagogar ivaleyst er heimilað". Thats it. (longur røkkur tann samhugin ikki.)

Tað veit, at landið ikki er órímiligt í mun til omanfyrinevnda, at veita ávísa hækkan í inntøku, men vil sjálvsagt ikki hoyra taling um at líkastilla pedagogar við sjúkrarøktarfrøðingar og, fyri ikki um at tala, lærarar. Tað vil siga, tað burdi vitað.

Og hetta, kæra Læraraleiðsla, er ikki "aldeilis órímiligt", men avgapiliga rætt.

Tessvegna er tað pedagogfólkið, ið eru tey órímiligu, um nakar partú skal vera tað í hesum "hørðu" og "illa viðfarandi" ... buhu-samráðingum, við teirra groteskt ógvusliga kravi um løn.

Líka útbúgving merkir ikki líka løn, serliga tá ið útbúgvingarnar ikki eru... líka. Yvirhøvur. Starvið tíansheldur við sínum ógvusligu erstattiligheit.

Hetta klæðir ikki einum aðramáta sterkum og sjálvstøðugum fakfelagi.

Hetta er skuffandi. Hetta er veikt. Hetta er ógóðtakiligt.

Agga Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo