Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Mítt tastatur

Tey flestu sum kenna umstøðurnar í Klaksvík, vita, at formaðurin í Sjálvstýri er markleysur, tá tað kemur til at profilera seg sjálvan.

Hann er kreativur og ikki altið so fínur í kantunum.

Kreativa lyndið sæst m.a. aftur í teirri semju, sum Jógvan Skorheim hevur gjørt við samgonguna.

Ein kreativ semja, har Klaksvíkar Sjúkrahús skal hava 15 mió. kr. til eina heilsumiðstøð.

Ein rein oyðimarkarsemja, sum ikki tænur nøkrum sum helst endamáli, uttan Skorheim, sum við hesi semju helt seg hava skorað nøkur bílig politisk poeng.

Men tað er ikki altíð, at veljarin er so býttur, at hann letur seg dára av slikum rossahandlum.

Sannleikin er, at tað er einki høpi í hesi semju.

Tænur ongum sum helst endamáli og rokadan av heilsumiðstøðini er reint humbukk, uppfunnin av Skorheimi til høvið.

Samstundis hevur Skorheim viljað verið við, at sitandi samgonga er skaðilig:

- Hann hevur roynt at passa inn í lokala umhvørvið í Klaksvík og hevur sagt seg verið ímóti fiskivinnunýskipanini.

Hetta hongur als ikki saman við, at Skorheim bjargaði samgonguni við at gera semju um fíggjarlógina.

Um tað hevði verið minsta samsvar millum orð og gerningar Skorheims, so hevði hann sjálvandi ikki hjálpt samgonguni við fíggjarlógini fyri síðani óbeinleiðis at bjarga samgonguni møguleikan at samtykkja fiskivinnnýskipanina, sum ongin í Klaksvík vil vita av.

Seinasta stuntið hjá Skorheim er so semjan um eina pensjónsskipan.

Eingin verulig frágreiðing frá Skorheimi, hvar henda skipan fellur í smag hjá Sjálvstýri.

Er tað avtøkan av grundarupphæddini, hækkingin av pensjónsaldrinum ella er tað bara fyri at sleppa uppá myndina saman við Kristinu Háfoss, aftur fyri at útvega sær nøkur bílig politisk poeng.

Skorheim stendur sanniliga fyri einum “Sjálvstýri uttan mið og mál”.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo