Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fyrrverandi landsnevndarformaðurin í Sjálvstýri ilskast tí flokkurin er stýrdur av brøðrasamkomuni í Klaksvík, og Jógvani Skorheim, sum hann sigur einans er upptikin av sær sjálvum.  

Tað sigur fyrrverandi landsnevndarformaðurin, Rógvi Fossadal, í samrøðu við Portal.fo.

- Hann vil ikki hava flokkin at vaksa. Tað snýr seg um borgarstjóran Jógvan Skorheim og onki annað, staðfestir Rógvi Fossadal, sum heldur at sterkar kreftir í flokkinum eru stygdar vekk av afturhaldssinnaða politikkinum hjá Jógvani Skorheim. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo