Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Vinna

BankNordik: Nú kanst tú seta pening inn á kontuna, tá ið tað hóskar tær.

- Okkara sjálvtøkur á Áarvegnum og á Oknarvegi í Havn umframt í Klaksvík hava fingið eina nýggja funku, ið ger tað møguligt hjá tær at seta pening inn. Tað er bæði skjótt og lætt, sigur BankNordik.

Sjálvtøkurnar líkjast vanligu sjálvtøkunum, men kunnu nú eisini taka ímóti pengaseðlum.

Tú velur "onnur tænasta", "inngjald", og síðani er klárt at seta seðlarnar inn.

Skjótt fara sjálvtøkurnar í Saltangará, á Tvøroyri og í Sandavági eisini at kunna taka ímóti peningi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo