Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Skúli

Listaverkini eru serliga at síggja í innanhýsis trappurúminum. Av teimum 40 uppskotunum, sum komu inn, valdi listprýðisnevndin sjey listafólk til at standa fyri hesum. Tey eru Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Anker Mortensen, Rannvá Kunoy, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð.

Í faldaranum, sum Landsverk lat gera í sambandi við móttøkuna á Glasi í gjár, stendur soleiðis at lesa um listprýðingina og tankarnar hjá listarfólkunum, ið standa aftanfyri:

Brandur Patursson hevur valt at gera glasmálningar í eini trappugongd. Hetta er gjørt við ledljóspaneli við einum serligum ljósleiðandi filmi innan fyri opalfibur, ið gevur sera gott ljós, og sum er gjørt eftir eini tjúgd á bert 0,8 sentimetrar. Ljósið liggur aftanfyri glasmálningarnar, og saman við litinum skapar hetta eitt umhvørvi, ið riggar væl saman við infrastrukturinum. Eisini gevur hetta eina fatan av, hvar í bygninginum tú ert staddur.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur valt at prýða trappurúmið sum eina søgu ígjøgnum lívið. Tú stendur á lívsins palli og hyggur teg um, og tað er tú, sum skalt velja, hvar tú ert, og hvar tú fert. Lívið er alla tíðina eitt val. Allar ferðir í lívinum byrja við einum fótafeti. Byrjaðverður við at lýsa føðingina, síðani søgu okkara sum fólk, eina brúgv sum eitt symbol, ið lýsir hetta at fara frá einum lívsskeiði í eitt annað, eins og skapanina, menningina og ymisk onnur evni í lívsins viðurskiftum. Sigrun hevur málað beinleiðis á betongveggirnar.

Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt nøkur listaverk, ið taka støði í tankanum um eftirmyndir, sum koma, tá eygað framleiðir eina sjón ávirkað av ljósi, sum tú hevur verið útsettur fyri. Til dømis um tú hevur verið í einum rúmi við grønum ljósi, verður eftirmyndin ljósareyð. Tankar um ljós,  skugga, tilfar, bygnað, tað at sansa og líknandi, eru grundleggjandi í verkunum, ið eru hugsað til trappurúm ella framvið svalunum í Glasi. Undir byggingini gjørdi hann stoypingar av umhvørvinum rundan um Glasir, umframt av byggitilfari, ið varð roknað sum burturkast frá sjálvari byggingini. Eitt nú papp, plastikk, betong, træ og annað avlop. Endaligu verkini eru stór relieffir í ymiskum formum, ið lýsa eina heilt ítøkiliga eftirmynd av einum umhvørvi, ið var tilstaðar, meðan bygt varð.

Anker Mortensen hevur valt listprýðing á træ. Hann hevur gjørt smáar málaðar trægipsmyndir, akvarel, træskurðir, koparprent og tekningar á pappír í trærammum. Eisini eru nakrir málningar gjørdir á træplátur. Til trappurúmið hevur listamaðurin hugsað um heitar myndir sum mótsetning til kalda betongið og kunstiga ljósið. Hetta skal skapa frið í einum fríkorteri, tá gingið verður upp og niður, ella til dømis eitt frírúm í sambandi við próvtøku. Myndirnar til veggirnar eru gjørdar á sonevndar mdf-plátur í staðin fyri á lørift. Flatan framman er grovpussað og grundað við beinlími og gesso. Síðan er málað eins og á lørift. Talan var um eina fleiri mánaðar langa tilgongd, ið hevur formað seg við nógvum løgum fram til liðna verkið.

Rannvá Kunoy hevur í sínum verkum hugsað gjølla um dimensjónir og ymiskar hæddir, og sostatt eru verkini ein fullkomin heild, har hvørt einstaka verkið hevur sín tilætlaða leiklut. Alt snýr seg um ljós og gjøgnumskygni við glasi. Bygningurin er gjørdur og stendur fram í ráðum betongi, sum er tað mest brúkta byggievnið í 20. øld. Hetta hevði altavgerandi týdning í endurreisnini av Evropa eftir annan veraldarbardaga. Toyálirnir, sum vavdar vórðu um lík fyri túsundum av árum síðani,  samanbornar við betong, eru elegantir og kompleksir samanbrestir millum evni í allari okkara evolutión. Við at integrera betongið í installatiónina, fara “tóma” rúmið og trappupallar at virka sum grá monokrom við óætlaðum markeringum mótvegis teimum seks verkunum, sum eru partar í allari trappuni.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur arbeitt eftir teirri reglu at tónseta og mynstra umhvørvið í teimum báðum auditoriunum. Hetta er gjørt soleiðis, at listvevnaðurin stuðlar undir at skapa ein pall mótvegis øllum tí, sum fyriferst fremst í auditorium. Í hesum parti av rúmunum er sostatt litsett ljósari, sum spakuliga fer yvir í myrkari litseting, jú longur aftur í auditorium, tú flytir teg. Tað sama er við mynstringini, sum hevur eina tilgongd úr minni ógreiðum skapi til størri greiðari skapilsi. Í myndamálinum liggur sostatt gongdin millum tað ótøkiliga og tað ítøkilga, tað ógreiða og tað greiða. Í tilfarinum er listasniðið ankrað í siðaarvi í mun til føroysku ullina, og er knýtt fram til samtíðina í mun til val av nýmótans tilvirkingartøkni og estetiskum úttrykki. Eisini hevur Ragnhild gjørt ljóðdoyvandi gardinur í teimum báðum auditoriunum.

Hanni Bjartalíð hevur gjørt eitt listaverk, sum fevnir um klótu og beinkir, ið eisini er eitt stað, har næmingar savnast. Talan er um ein myndburð av klótini, sum er dottin ígjøgnum stóra glastakið, og lend beint á felagsøkinum. Tey ymisku sløgini av viði og stóri rundi formurin eru eitt aftursvar til tann stóra, runda bygningin úr glasi, betongi og jarni. Formurin og tilfarið gevur rúminum hita og leggur upp til nýtslu, og at fólk savnast. Klótan, sum er umleið tríggjar metrar í hædd, fevnir um ein heim innan, har hyggjarin kann skoða ígjøgnum smá hol ella eygu. Heimurin inni broytist alt eftir, hvørt eyga tú hyggur ígjøgnum, og ljósið tendrar við sensorum. Kring um standa skulpturar, ið samstundis virka sum beinkir. Umframt fleiri sløg av timbri er tilfarið úr glasi, slípaðum gróti og metalli.

Lesa meira og sí fleiri myndir: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo