Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Strandfaraskip Landsins: Í Føroyum eru 7 strandfaraskip til 8 farleiðir. Til samanberingar eru í Danmark 52 ferjur til 42 farleiðir. Tepra talið á skipum hjá Strandferðsluni ger sjálvandi, at stovnurin hevur stórar avbjóðingar, tá ræður um at fáa alt at ganga upp 365 dagar um árið. Sæð í mun til hetta, eru ómetaliga fáar avlýsingar orsakað av óhappum ella tekniskum ávum, ikki minst tá hugsað verður um at skipini hjá SSL hava yvir 14000 havnamanøvrir árliga.

Nú um dagarnar tók kjak seg upp í fjølmiðlunum í sambandi við, at Ritan farna vikuskiftið fekk skaða, tá hon tók í botn í Hvannasundi og mátti á sleipistøð.

Tá slíkt hendir, má fyrst og fremst kannast, um tilburðurin hevur gjørt skaða undir skipinum, og hvussu stórur ella lítil møguligi skaðin er. Kavarar vóru niðri og staðfestu, at Ritan kundi sigla víðari við niðursettari ferð, men neyðugt var at taka skipið upp fyri at hava møguleika fyri at kanna skaðan nærri, og síðani fáa umvælt hann.

Strandferðslan tók avgerð um, at Súlan skuldi sigla norður at avloysa Rituna, meðan hon er á sleipistøð. Tá gjørt var klárt at fara við Súluni úr havnini á Sandi, hendi eitt tekniskt brek við útstoytinum, ið gjørdi, at ráðiligt ikki var at sigla við ferðafólki, fyrr enn brekið varð rættað. Sostatt var einki avloysaraskip tókt at seta inn fyri Rituna beinanvegin.
 
Atfinningar hava verið frammi um, hví Strandferðslan ikki beinanvegin setti Jósup, ið hevur virkað sum avloysaraskip, inn í siglingina til Fugloyar og Svínoyar. Orsøkin er, at Jósup nýliga er settur inn at bøta um farleiðina út í Hest, sum annars er partur av Sandoyarfarleiðini. Yvirskipað sæð var tað tí rættari at seta Súluna, ið ikki røkir nakra farleið í løtuni, inn á farleiðina millum Hvannasund og Fugloy-Svínoy, og framhaldandi lata Jósup røkja Hestfarleiðina. Var Súlan ikki tøk hevði Jósup verið sendur norðureftir.

Nakað, sum neyvt lýsir avbjóðingarnar hjá Strandferðsluni er, tá talið av skipum verður samanborið við talið av sjófarleiðum. Í londunum kring okkum eru væl fleiri skip enn farleiðir. Eitt nú eru í Danmark 52 skip til at røkja 42 farleiðir, sum svarar til ein yvirkapasitet á 23 prosent. Í Føroyum eru 7 ferjur til 8 farleiðir, ið merkir ein undirkapasitet á 13 prosent.

- Tepra talið av skipum har einki skip er eins ger sjálvandi, at stovnurin hevur stórar avbjóðingar, tá ræður um at fáa alt at ganga upp 365 dagar um árið. Sæð í mun til hetta, halda vit, at tað eru ómetaliga fáar avlýsingar, um vit síggja burtur frá avlýsingum vegna vánaligt veður, sum tað javnan kemur fyri hesa ársins tíð, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins. SSL hevur um 70.000 fráferðir á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum árliga, og undir ½ promillu eru frávik, sum hóast alt verða loyst á skynsaman hátt í mun til okkara virðing fyri trygdini

SSL harmast sjálvandi, hvørjaferð okkurt ikki gongur eftir vild, men umráðandi er tó at at seta trupulleikarnar vegna óhapp ella brek eitt sindur í perspektiv, tá ræður um avlýsingar. Óhappið við Rituni sunnudagin bar í sær, at sjóvegis sambandið til Fugloyar og Svínoyar var avbrotið í góð tvey samdøgur. Til samanberingar vóru bara í november í fjør 11 dagar, har Ritan ikki kundi sigla vegna veður. Nakað, ið borgarar á útoyggjum eru vanir við, og sum eru viðurskifti, ið tíverri ikki kemst uttanum.

Tá ræður um trygd og tað, at fólk á útoyggj skulu kenna seg trygg, um okkurt skuldi hent, so er tann spurningurin altíð í hásæti hjá Strandferðsluni.

- Um nakað álvarsligt og bráðfeingis hendir, sum krevur, at skjótt má berast at, verður tyrlan beinanvegin boðsend. Tí nýtist eingin at óttast fyri ikki at fáa hjálp, sjálvt um sjóvegis sambandið í onkrum førum kann vera avbrotið, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Stranfaraskipum Landsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo