Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Onnur tíðindi

Falska einkjan hevur fingið heiti, tí hon er skyld við Svørtu einkjuna sum er vandamikil eiturkoppur.

Óbodni gesturin verður av BBC sagdur av vera vandamiklasti eiturkoppurin í øllum Stórabretlandi. 

Hann er ikki stórur, men hevur "falska einkjan" verið inni á gólvinum, so verða ongir tjansir tiknir - skúlin verður afturlatin og gjørt verður reint í fleiri vikur. Seinasti skúlin lat aftur í gjár, og letur ikki upp aftur fyrr enn 29. oktober.

Tilsamans 7 skúlar í Eysturlondon eru nú afturlætnir og fleiri 1.000 næmingar sendir til hús.

Steatoda nobilis er skyldur við "svørtu einkjuna" sum er vandamikil eiturkoppur. Hesin er ikki heilt so vandamikil, men tó so, fólk eru deyð av biti frá honum, hóast tað er sera sjaldsamt. Hildið verður, at hann er komin sær til Onglands úr Madeira ella Kanarisku Oyggjunum fyri eini 150 árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo