Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Hendingin fór fram klokkan 01.55 lokala tíð. Veitingarskipið Sjóborg, sum føroyska Skansi Offshore eigur, bar við Statfjord A pallin í samband við lossing, og nakað av skaða hendi, bæði á skip og pall. Tað er ógreitt enn, hvussu stórur skaðin er, men tað er greitt, at talan er bert um materiellan skaða.

Sjóborg fór til lands at kanna skaðan, og á Statfjord A pallinum var avgerð tikin um at seta tilbúgvingina í verk, sum millum annað inniber at øll tey 276 fólkini skulu flytast av pallinum, skrivar Dagens Næringsliv.

Manningin á Sjóborg telur 12.

Myndin niðanfyri er av heimasíðuni hjá Equinor, og vísir hvar Sjóborg bar við Statfjord A. Sum skilst er nakað av skaða komið á ramparnar har bjargingarbátarnir liggja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo