Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Chow Yun-fat er ein av sjónleikarunum við hægstu løn í heiminum, men alíkavæl er hann eitt lítillátað menniskja, og er kendur fyri at liva eitt einfalt lív uttan ov nógv hóvasták. 

Millum annað er hann kendur fyri at gera brúk av almennari transport og at standa í kø saman við fjepparum til egnar filmar.

Nú hevur Chow Yun-fat so avgjørt at geva 4,76 millardir krónur til vælgerðararbeiði, tá hann doyr.

- Pengar er ikki nakað, sum tú hevur í ævir. Tá tú einaferð skalt herfrá, so mást tú geva peningin til onnur at brúka, sigur Chow Yun-fat við MBC.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo