Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er løgið, at leigaði bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu við flogvøllin brádliga er í so ringum standi, at har býður ikki í bøtur.

Tað er útvið eitt ár síðani, at flutt varð í henda bygningin, tí gamla høvuðssætið á Giljanesi var fongt við soppi. Leigaði bygningurin skuldi vera ein fyribilsloysn, til ein varandi loysn verður funnin.

Men sambært útvarpstíðindunum í gjárkvøldið og á middegi í dag er bráddliga alt galið við leigaða bygninginum, og tað í sovorðið ólukkumát, at flytast má úr honum sum skjótast – av oynni sjálvandi.

Útvarpið hevur ikki latið eigaran av leigaða bygningin koma til orðanna at gera sína meting um standin á bygninginum. Men bygningurin er bert fá ára gamal, so tað skal vera løgið, um tað ikki lutfalsliga skjótt ber til at fáa trupulleikarnar í rættlag, sum stjórin í Sjóvinnustýrinum og trygdarumboðið har hava umrøtt – inniklima, vantandi vindeygu og skilabetri innrætting.

Sjálvandi ber tað til, og tað vil eg staðiliga mæla til verður gjørt, um ongin annar egnaður bygningur er í Vágum.

Tí fer Sjóvinnustýrið fyrst av oynni, ivist eg stórliga í, at tað nakrantíð kemur aftur.

Ingolf S. Olsen
Sørvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo