Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Sjúklingahotellið í Keypmannahavn hevur alstóran týdning fyri øll tey, sum verða rakt av sjúku, har tørvur er á umsorgan, góðum mati og støðugum og tryggum kørmum.

Hotellið er m.a. ein liður í, at fólk eru væl fyri til sjúkraviðgerð og eisini fyri, at nøkur kunnu koma skjótari fyri seg aftur. Men hotellið er oftani so mikið ovurfylt, at fólk muga fara heim ella finna aðra loysn, og tí er tørvur á einari fleksiblari loysn.

Ovurfylt Sjúklingahotell
Í eini av mongu frálíku dokumentarsendingunum hjá KVF herfyri, hoyrdu vit um tað megnar arbeiðið, sum verður gjørt á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Tað eru nógvir føroyingar, sjúklingar og avvarðandi, sum leypandi hava samband við Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, sum ein liður í sjúkraviðgerð.

Øll vit, sum hava verið har, kunnu ikki annað enn taka undir við teimum, sum lótu so sera væl at, og eins og tey, ber ikki til annað enn at vera takksamur um møguleikan at búgva har.

Tíverri hoyrdu vit eisini um, hvussu stórur tørvur eru á hesi tænastu og um, hvussu stórt trýst kann verða á hotellinum. Hotellið kann verða so mikið ovurfylt, at tey viðhvørt muga biðja fólk fara heim ella finna aðra neyðloysn.

Tað skerst ikki burtur, at hjá teimum, sum eru sjúk og hava brúk fyri tí tænastu og hjálp, sum er at fáa á Sjúklingahotellinum, er tað av alstórum týdningi, at tað ber til at sleppa á hotellið og ikki minni hjá teimum avvarðandi. Tá er tað serliga óheppið um hotellið, tí tað er ovurfylt, noyðist at biðja fólk finna aðra neyðloysn ella at tey verða trunkaði saman.

Tíbetur er tað hjá summum soleiðis, at sjúkraørindini til Danmarkar ikki eru av slíkum slag, at tey hava alneyðugan tørv á at sleppa á Sjúklingahotellið, og summi eru, sum kanska heldur vilja sleppa at gista hjá skyldfólki í Keypmannahavn. Tað er gott og tað kann ikki annað enn lætta um trýstið á hotellið.

Onki verður gjørt frá politiskari síðu
Tíverri er tað soleiðis, at politiska skipanin hjá okkum, sum varðar av ovbyrjaða Sjúklingahotellinum einki ger, fyri at koma við einari loysn, sum kann lætta um trýstið á virksemi og soleiðis betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á at búgva í Keypmannahavn undir sjúkralegu og fyri starvsfólkini á Sjúklingahotellinum.

Í og við, at hotellið liggur í Keypmannahavn og ongin sigur frá, so virkar tað sum um, at politiska skipanin bara kann venda bakið til.

Ein valmøguleiki og fleksibul loysn
Ein einfaldur og fleksibul háttur at lætt nakað um trýstið er, at givi teimum, sum kunnu ella vilja gista privat, á leið somu tænastu, sum tey fáa á hotellinum. Serliga er tað flutningur til og frá hotellinum á viðgerðarstaðið.

Sum tað er nú, so hjálpir og rindar skipanin fyri flutning, um tú býr á Sjúklinghotellinum, men hevur tú valt at búgva privat, so er eingin hjálp at heinta og tú verður at rinda allar útreiðslur til buss, tok ella taxa sjálvur. Her hevði tað ikki verið meiri enn rímiligt, at tað fekst endurgjald fyri eitt nú buss- og tokferðaseðil, har tað var skilabest ella í einstøkum førum fyri taxa.

Eisini ber til at hugsa sær, at tey, sum kunnu ella vilja búgva privat, fáa okkurt slag av dagpengum, kanska eftir leistinum, sum tá alment lønt ferðast. Tí hesi, sum ikki búgva á Sjúklingahotellinum lætta um trýstið á hotellið og tey lætta eisini nakað um hjá landskassanum - tí givið er, at hvør nátt á Sjúklingahotellinum, hon er ikki ókeypis.

Hetta er ein góður valmøguleiki og fleksibul loysn, ið til ber at seta í verk beinanvegin.

Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo