Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Gevið sjúklingahotellinum bestu karmar at virka undir. 

Hotellið er sum eitt heim fyri okkara sjúku og avvarðandi tess.  Tá sjúka rakar, er tað av størsta týdningi at vera í tryggum og fjálgum umstøðum, bæði fyri tann sjúka og fyri tey avvarðandi sum eru við tí, sum er sjúkur.

Starvsfólki ger megnar arbeiði
Øll sum arbeiða á sjúklingahotellinum gera eitt megnar arbeiði fyri at gera hvønn dag so góðan sum til ber hjá búfólkunum, og tey hava eitt stórt ynski um at øll skulu trívast, hóast avbjóðingarnar eru sera ymiskar hjá teimum, sum búleikast á hotellinum.

Øki Játtanina til arbeiði
Latið játtanina til arbeiði vera so mikið góða, at starsfólkini fáa enn betur fíggjarligt rásarúm til at gera tað sum tey virkuliga ynskja, sjúkum og avvarðandi at gagni.

Óbeskriviligan týdning fyri føroyingar tá sjúka rakar
Sjúklingahotellið er gull vert, og hvør króna sum Landskassin letur eyka til hetta arbeiði hevur óbeskriveligan týdning fyri alt virksemi á hotellinum. 

Takk fyri tykkara stóru umsorgan hvønn dag.

Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo