Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

1987 undirskrivaðu okkara løgmaður og danski statsministarin eina semju um at broyta umsitingina á Føroya Gjaldstovu frá leypandi millumrokningum millum landskassan og ríkiskassan til blokkskipan við støði í heimastýrisskipanini og øðrum lógum um, hvør eigur at rinda hvat.

So einfalt var tað. Hendan broytingin kostaði skattaborgaranum at kalla ikki eitt klovið oyra. Ikki so mikið sum ein nýggjan næming við stóli í einum króki.   

Stutt sagt: Galdandi refusiónsskipan varð í 1987 væl og virðiliga kannað og skrásett av øllum relevantum instansum, líka mikið hvar í fyrisitingini, tað veri seg í Havn, á bygd og í Danmark, har ríkiskassin luttók saman við landskassanum, áðrenn hetta arbeiðslagið varð broytt til eina blokkskipan, sum skuldi virka frá 1. januar 1988. 

Við í hesum blokki kom eisini sjúkrahúsverkið við fylgjandi býtislykli við støði í galdandi lógum: 
Okkara 3 sjúkrahús: landskassin 50% og ríkiskassin 50%
Ríkishospitalið og onnur donsk sjúkrahús: ríkiskassin 100%.

Í 1988 vóru útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið (4) 325 milliónir, og av hesum vóru 173 milliónir í blokkinum [tí fyrsta] oyramerktar til íløgur og rakstur av sjúkrahúsverkinum. Semjan var eisini um, at ríkiskassans partur – nú blokkur – skuldi dagførast eina ferð um árið, og annars rindast gjaldstovuni ávegis eftir tørvi nakrar ferðir um árið við skrivligari áheitan til Ríkisumboðsmannin. Slík ávegis gjøld vórðu vanliga avgreidd ”borið” dag um dag, t.v.s. handað beinleiðis við fastari reglugerð og mannagongd.Hetta arbeiðslagið riggaði sera væl í 13 ár.

So broyttist alt snøgt sagt til tað verra. 

Landsstýrið gjørdi av, at frá 1. januar 2002 skuldi øll dagføring av ríkiskassablokkinum, eisini til heilsuverkið og almannaverkið, djúpfrystast, eins og øll prístalsviðgerð v.m. skuldi steðgast.Hetta vóru ikki hissini boð at fáa úr Tinganesi.

Í 2001 var rakstrarkostnaður sjúkrahúsverksins (4) samanlagdur 433 milliónir. Av hesum var ríkiskassans partur 252 milliónir. Sama árið varð blokkurin lækkaður við 366 milliónum virkandi frá 1. januar 2002, umframt at hann samstundis varð djúpfrystur. 

Í 2013 [tølini 2014-2017 havi eg ikki við hondina] kostaði sjúkrahúsverkið (4) samanlagt 688 milliónir, av hesum átti ríkiskassin (blokkurin) at endurrinda gjaldstovuni 407 milliónir, men hann varð jú niðurfrystur 1. januar 2002.

Fíggingin til sjúkrahúsverkið var og er fíggjarliga lamskorðið á seytjanda ári. At játta pening í rúgvu uttan at útvega neyðuga fígging og at djúpfrysta lógásetta fígging hevði als ikki nakar tápuligur molbúgvi funnið uppá. 

Samanumtikið: 
Djúpfrystingin av blokkinum til  fígging av sjúkrahúsverkinum í 2001-2018 hevur kostað landskassanum ótaldar 100-tals milliónir, og løgtingið tykist ikki at hava dirvi og vit at fáa landskassan aftur á beint.

Lógloysi og ótryggleiki tykist at valda.    

Nær fær vanligt vit og skil aftur fótafesti í okkara landspolitikki? Nær fer løgtingið at taka neyðug stig til tess at fáa vælferðarsamfelagið Føroyar aftur á beint til rættvísa samfelagið við neyðugum tryggleika eisini hjá gomlum, sjúkum, avlamnum og øllum, ið krevja umsorgan og hjálp?

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo