Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum, umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgurðsrehabilitering.

Lava-/Luddalon er ein samansett deild á Tjarnargarði við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Vit stremba eftir høgari fakligheit har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SØKT VERÐUR EFTIR: 

• Einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 1,0, har arbeitt verður í dagvvaktum og 3. hvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri at starvast á lægri brøki.

• Tveimum heilsurøktarum á setanarbrøki 1,0, har arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri at starvast á lægri brøki.

FØRLEIKAKRØV

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
Góð evni at samskifta í skrift og talu
•      Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
•      Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni
•      Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
•      KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÒÐA

Góða innleiðslu
•  Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett til at byrja 1. oktober ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið. 

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heidi Kragesteen, deildarleiðara á Lava-/Luddalon, telefon 283029, ella við telduposti til heidik@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Lava-/Luddalon“ ella “Heilsurøktari til Lava-/Luddalon”.

Umsóknarfreistin er 14. august 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo