Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum, umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgurðsrehabilitering.

Traðarlon er ein deild á Boðanesheiminum yviri við Strond við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Vit á Traðarlon stremba eftir høgari fakligheit har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 0,8 til setan 1. oktober 2018. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið.

• Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,8, til setan 1. oktober 2018. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið.

• Einum heilsurøktara í barsilsfarloyvisstarv á setanarbrøki 0,8 til setan frá 1. oktober 2018 til 31. august 2019. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2 hvørt vikuskiftið. 

FØRLEIKAKRØV

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella Heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu 

•      Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt

Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni 

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning 

•      KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÒÐA

Góða innleiðslu

•  Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag 

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella heilsurøktarafelagið. 


MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Astu Marjunardóttir, eindarleiðara, telefon 226119, ella við telduposti til astam@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Starvsfólk til Traðarlon“.

Umsóknarfreistin er 14. august 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo