Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Bøkur

Kringvarpið: Árini 1998 til 2001 vóru ein ógvuliga hendingarík og dramatisk tíð á politiska vígvøllinum í Føroyum, tá fullveldisskútan loysti frá landi.

Sjúrður Skaale var sum embætismaður við til tað mesta, tá landsstýrið fyrireikaði og førdi samráðingar við donsku stjórnina og samstundis var í hørðum stríði í Føroyum.

Hann fekk starv í Tinganesi í 1999. Hann ritstjórnaði Hvítubók, og síðani bleiv hann spunasmiður og var við til næstan alt, sum fór fram.

Hann var við á fundum og skrivaði eina rúgvu av fundarfrásøgnum, framløgum, talum og greinum fyri politikararnar. Eisini skrivaði hann dagbók ein part av tíðini, skrivar Kringvarpið.

Alt hetta tilfarið hevur hann varðveitt. Nú skrivar hann søguna um tað sum hendi júst so, sum hann upplivdi tað.

- Eg fekk eitt innlit, sum var fáum beskorið, og sum eg haldi at tey, sum hava áhuga, eiga at fáa lut í, sigur Sjúrður Skaale, sambært Kringvarpinum.

Bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" kemur út tann 28. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo