Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Ein mamma, sum gevur bróst postaði eina mynd av tveimum ymiskum posum við móðurmjólk fyri at vísa, hvussu ómetaliga væl mannakroppurin er skaptur - og nú er myndin farin sum skógareldur runt á netinum.

Yvir 75.000 hava deilt myndina og tekstin hartil hoyrandi.

Sí facebook her

Ekstrablaðið hevur eisini søguna og skrivar at amerikanska Mallory Smothers uppdagaði, hvussu hennara mjólk broyttist upp á fáar tímar, tá ið hennara barn fekk krím.

Tann ljósa mjólkin er pumpað út áðrenn barnið gjørdist sjúkt, meðan tann myrka er frá aftaná, at barnið gjørdist forkølað.

Móðurmjólkin hevur nevniliga broytt seg til tørvin hjá barninum, og tí er tann myrka mjólkin eitt slag av krím-heiluvági til lítla barnið.

Tað skrivar eisini ljósmóðir Jette With á sínum Facebook-profili.

- Hennara barn hevði fingið krím, og so skilir kroppurin hjá mammuni tað beinanvegin og framleiðir antistoffir móti tí. Tí er mjólkin ikki tann sama.

- Hvør kvinna hevur sína heilt serligu mjólk, sum lagar seg eftir tørvinum hjá barninum. Tað er fantastiskt, ikki sannheit, sigur Jette With við Ekstrablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo